Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársaðalfundur hjá Treysti verður mikudagin 6. apríl

Aðalfundur

Ársaðalfundur hjá Treysti verður mikudagin tann 6. apríl 2016 kl. 19.30 í hølunum hjá Norðoya Sparikassa í Klaksvík.

Skrá smb. lógum felagsins:

Fundarskráin á aðalfundi er hendan: 
a. Val av fundarstjóra. 
b. Formaðurin sigur frá farna ári. 
c. Framløga av roknskapi til samtyktar og status frá 1. januar til aðalfundin. 
d. Innkomin mál. 
e. Val av nevnd v.m. 
f. Ymiskt. 
Nevndarval er á skránni og fyri vali standa formaðurin, Andreas Josephsen, og nevndarlimirnir Birgit Ryan og Eileen Matras.
Beint eftir fundin tvs. umleið kl. 20.30 verður hugnaløta við góðum ábiti í smb. við at TF Vetrarkappingin fyri kortum er liðug!
Møtið fjølment !
Nevndin