Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arsenal-fjepparar í Havnar Bio

John William Joensen

Leygardagin 15. september skipar fjepparafelagið Arsenal Føroyar fyri einum tiltaki í Havnar Bio, har dysturin ímóti »arvafíggindanum« Tottenham verður vístur á stórum lørifti.

Eisini verður greitt frá arbeiðinum í felagnum og framtíðarætlanum.

Síðani fjepparafelagið Arsenal Føroyar var stovnað tann 21. apríl, hevur nevndin arbeitt miðvíst við at fáa góðkenning frá Arsenal Football Club. Somuleiðis eru fyrireikingar gjørdar til, hvørji tiltøk og tilboð skulu bjóðast limunum.
Í løtuni verður eisini arbeitt við at fáa eina heimasíðu upp at koyra, har ætlanin er at savna alt virksemi hjá Arsenal Føroyar og ikki minst at kunna um felagið, tiltøk, tilboð, limaskap og annað.
Nú er kappingin í Premier League aftur farin í gongd, og tíðin er komin til fyrsta tiltakið hjá felagnum, sum verður í sambandi við útidystin á White Hart Lane móti »arvafíggindanum« Tottenham, sum eisini var mótstøðulið á stovningardegi felagsins.

Arsenal á stórum lørifti
Arsenal Føroyar hevur til henda dystin gjørt avtalu við Havnar Bio um at vísa dystin í stóra salinum. Tiltakið byrjar klokkan 13, og fer nevndin tá at kunna um arbeiði og ætlanir hjá felagnum, áðrenn sjálvur dysturin verður sparkaður í gongd klokkan 13.30. Í hálvleikinum er eisini okkurt spennandi á skránni.

Frá Arsenal Føroyar verður sagt, at tiltakið í Havnar Bio bæði er fyri verandi og komandi limir í felagnum, sum har kunnu fáa kunning um felagið, sum vónar at síggja nógvar Arsenal-fjepparar til dystin og tiltakið.

Harleyfacadeacryl