Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arsenal Føroyar stovnað leygardagin

Oliver Joensen

Útivið hundrað fólk vóru leygardagin møtt á stovnandi aðalfundinum hjá nýggja fjepparafelagnum Arsenal Føroyar, sum nú er klárt at fara til verka

Fyrrapartin leygardagin var Manhattan í Havn á tremur við Arsenal-fjepparum, ið allir vóru komnir á stovnandi aðalfundin hjá nýggja fjepparafelagnum Arsenal Føroyar. Og klokkan trý korter til tólv, tá uppskotið til viðtøkur fyri felagið varð samtykt, var felagið veruleiki.
Umframt at fáa viðtøkurnar upp á pláss, skuldi eisini nevnd veljast, og í fyrstu nevndina, sum gjørdi skjótt av og skipaði seg beinanvegin, komu Leivur Holm, formaður, Dánjal Samuelsen, kassameistari og næstformaður, og Sigrid Midjord, skrivari. Tiltakslimir eru Magnus Jakobsen og Hilmar Jan Hansen. Ólavur Jakobsen var valdur til grannskoðara.
Stigtakararnir vistu ikki frammanundan, hvussu stór ella lítil undirtøkan fór at verða, men tá avtornaði, var Manhattan á tremur við ídnum Arsenal-fjepparum, sum vildu geva sítt íkast til at fáa felagið stovnað. Ein uppteljing vísti, at útivið hundrað fólk vóru møtt á fundinum, so sigast má, at Arsenal Føroyar fekk eina flúgvandi byrjan.
Tá alt tað formliga var av, kundu fólk teknað seg sum limir í felagnum, og bara leygardagin komu yvir 90 nøvn á limalistan. Komandi dagarnar leggjast væntandi fleiri aftrat, tí fyrireikararnir siga seg vita um fleiri, sum høvdu forfall leygardagin, so tí fer limatalið væntandi upp um tey hundrað mestsum beinanvegin.
Nevndin í nýggja felagnum, sum hevur til endamáls at stimbra og menna áhugan fyri Arsenal, at fáa Arsenal-fjepparar í Føroyum at standa saman og at skipa fyri tiltøkum, fer í komandi viku at hava sín fyrsta regluliga nevndarfund, og tá verður stungið út í kortið, hvussu farast skal fram víðari.
Felagið ætlar sær at fáa egna heimasíðu, so limirnir og onnur har verða kunnað um tiltøk og annað, sum er á skránni hjá felagnum og av áhuga millum limirnar, sum eftir viðtøkunum skulu vera »føroyingar ella fólk búsitandi í Føroyum, sum halda við Arsenal«.