Harley
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arsenal stjól eitt stig frá Everton

Danial Viðoy

Premier League: Ja, tað kunnu vit næstan siga eftir dystin millum Everton og Arsenal í dag. Everton var betra liðið tann allarmesta partin av dystinum, men teir síðstu sjey minuttirnar av dystinum vendi Arsenal einum hóttandi 2-0 tapi.

Annað umfar í PL: Everton legði nógv betri út og skoraði eisini bæði málini í fyrra hálvleiki. Seamus Coleman og Steven Naismith stóðu fyri málunum.

Í seinna hálvleiki var Everton eisini betra liðið. Tað sá meira út sum, at Everton fór at økja, heldur enn at Arsenal fór at skora.

Men teir síðstu sjey minuttirnar raplaði kortspælið hjá Everton. Teir mistu takið á dystinum og innan sjey minuttir javnaðu Ramsey og Giroud fyri Arsenal.

Everton spældi eisini javnt seinasta umfar, meðani Arsenal vann. Everton hevur nú 2 stig og Arsenal 4 stig.