Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Arsenal størstu avbjóðingina

Danial Viðoy

Arsenal tekur í kvøld ímóti Bayern Munchen, sum má metast at vera besta lið í Evropa í løtuni. Talan er um tvey sera ymisk lið, tá hugsað verður um vunnin heiti. Bayern hevur eitt skáp átremur við feskum steypum, ímeðan Arsenal onki hevur vunnið síðani 2005.

Arsenal tekur í kvøld ímóti Bayern Munchen, sum má metast at vera besta lið í Evropa í løtuni. Talan er um tvey sera ymisk lið, tá hugsað verður um vunnin heiti. Bayern hevur eitt skáp átremur við feskum steypum, ímeðan Arsenal onki hevur vunnið síðani 2005.

Áttandapartsfinalur í Champions League: Í mun til Bayern Munchen er veruligur gullturkur hjá Arsenal. Josep Guardiola hevur vunnið nógv í síni stuttu tíð sum venjari. Hann byrjaði sum venjari í 2007. Hann hevur í roynd og veru vunnið 16 heitir ímeðan Arsene Wenger onki hevur vunnið síðani 2005.

14 heiti vann Guardiola sum venjari hjá Barcelona, og longu nú hevur hann vunnið 2 heitir til Bayern Munchen. Ætlanin er at vinna fimm heitir við Bayern í ár. – Um Guardiola skal halda lív í tí dreyminum, skal Arsenal beinast av vegnum.

Tað er ein endurtøku av áttandapartsfinaluni í fjør, tá ið Arsenal og Bayern eisini møttust. Samanlagda støðan gjørdist 3-3, men Bayern Munchen vann upp á fleiri útivallamál. Dysturin í London endanði 1-3 og Arsenal vann 0-2 í Munchen.

Eitt óhugnaliga sterkt Bayern Munchen lið

Tað er talan um eitt sterkt týskt lið, sum Arsenal tekur ímóti. Týska liðið hevur bert tapt ein dyst síðani í Juli og tað var ein so at siga týdningarleysur dystur ímóti Manchester City. Í heimligu kappingini er Munchen ósigrað og liggja á einum sólarklárum fyrsta plássi, 16 stig á odda.

Farna kappingarár megnaði Bayern Munchen at vinna 2,68 stig pr. dyst og í ár hava teir higartil vunnið 2,81 stig pr. dyst. Í fjør hevði Bayern Munchen bóltin í miðal 63 prosent av tíðini, men í ár er hetta talið komið upp á 70 prosent. Tað ljóðar næstan óhugnaligt.

Munchen favorittur

Tað er eingin ivi um, at Bayern Munchen er eitt sterkt lið. Men tað hevur eisini gingið væl hjá Arsenal í ár. Arsenal liggur bert eitt stig frá fyrsta plássi í heimligu kappingini. So seint sum sunnudagin megnaði Arsenal at tveita Liverpool úr FA-Cup við einum 2-1 heimasigri.

Í fjør slapp Bayern Munchen akkurát víðari í áttandapartsfinaluni í móti Arsenal. Bayern er favorittur í móti øllum liðum fyri tíðina, men fær Arsenal tað góða fram, sum teir hava víst mesta partin av kappingarárinum, so kann alt henda.

Áttandapartsfinalur í Champions League (fyrsti dystur):

18. februar:

Manchester City-Barcelona 0-2

Leverkusen-Paris Saint-Germain 0-4

Í kvøld 19. februar:

20.45 Arsenal-Bayern M.

20.45 Milan-Atletico Madrid

25. februar:

18.00 Zenit-Dortmund

20.45 Olympiakos-Manchester United

26. februar:

20.45 Galatasaray-Chelsea

20.45 Schalke-Real Madrid

Returdystirnir verða spældir 11. og 19. mars.

Harleyfacadeacryl