Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársfrágreiðing 2009

John William Joensen

hjá Alzheimerfelagnum

Sum tíðin rennur avstað. Eitt ár er longu runnið, síðan vit høvdu vitjan av “Sommer”- hjúnunum, Lisbet Dahl og Jesper Langberg.
Tey vóru so beinasom at játta at koma higar at siga frá, hvussu tey høvdu fyrireikað seg til sjónvarpsrøðina. Birita Mohr, sjónleikari, setti teimum spurningar hesum viðvíkjandi, eins og áhoyrararnir eisini fingu høvi at spyrja. Eitt brot úr “Sommer”-røðini varð víst.
Heilt fitt av fólki var komið til hetta tiltak, og halda vit tað riggaði væl.
Eisini greiddi Sofus Joensen, psykiatari og næstformaður felagsins, í stuttum frá, hvat demensur er, og hvussu sjúkan ávirkar heilan.

Hyggja vit at málunum, vit settu okkum á aðalfundinum í fjør, eru ikki øll rokkin. Vit ætlaðu at:

• Virka fyri betri rættartrygd hjá demenssjúkum.
• Virka fyri at fáa skipaða upplýsing úti í økjunum, bæði fyri avvarðandi og starvsfólk.
• Skipa fyri skeiðum fyri avvarðandi og fakfólki.

Umráðandi er at seta sær mál, men ásannast má, at tíðin ikki altíð røkkur til. Tykkum kunnugt verður alt arbeiði felagsins gjørt í frítíðini, og tað er sjálvboðið.

Sera umráðandi er at bøta um rættartrygdina hjá demenssjúkum. Veruleikin er tann, at als ongar lógir eru innan hetta økið. Hetta fekk Alzheimerfelagið saman við fólki, ið starvast innan demensøkið, staðfest saman við løgfrøðingi.

Í sambandi við Alzheimerdagin í fjør skipaðu vit fyri trimum ymiskum tiltøkum.

Tann 29. sept. var rættartrygdin hjá teimum minnisveiku lýst og viðgjørd. Tiltakið varð skipað sum pallborðsfundur. Við borðið sótu: Rósa Samuelsen og Annika Olsen, landsstýriskvinnur, Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur, og Sigmund Poulsen, løgfrøðingur. Fundarstjóri var Jón Brian Hvidtfeldt, tíðindamaður.

Nógv fólk var komið til fundin, og haldi eg, at nógv áhugavert kom fram. Landsstýriskvinnurnar lovaðu at gera sítt til, at bøtt verður um hesi viðurskifti.

Landsstýriskvinnan í lógarmálum, Annika Olsen, segði, at arbeitt verður við at seta eina Verjulóg í gildi.
Fundarfólkið, ið vóru bæði avvarðandi og fakfólk, settu nógvar viðkomandi spurningar, m.a. vóru spurningar viðv. GBS skipanini, ið kann vera hent, tá ið fólk við demenssjúkum fara út og ikki finna heim aftur. Heldur ikki á hesum øki var nøkur lóg ella reglugerð. Niðurstøðan var tí, at hetta er í lagi at nýta, um viðkomandi persónur játtar at java tólið uppi á sær.

Seinastu tíðina hava vit sæð og lisið nógv um, hvussu út av lagi vánaligar umstøður gomul fólk hava, tá ið tey gerast óhjálpin, hesar umstøður raka sjálvagndi eisini tey, ið eru rakt av minnssvinni.
Haldi ikki, at vit sum borgarar í hesum landi kunnu lata hetta um okkum fara. Vit mugu royna at loysa henda trupulleika og vísa á møguligar loysnir saman við tí politiska mynduleikanum.

Mánakvøldið tann 22. september var filmskvøld: Away From Her var heitið á
filminum, sum er um eini hjún, har konan fær demenssjúkuna Alzheimers.
Julie Christie leikar framúrskarandi um gátuføru sjúkuna Alzheimers.
Hóast tey hava verið gift í 40 ár, eru samljóðið og hóskandi skemtið so
inngrógvin, at tey bæði bresta útúr at flenna, tá ið hon m.a. setir steikipannuna inn í
køliskápið eftir uppvaskið. Ella tá ið hon knappliga hevur gloymt, hvussu hann
eitur, hasin leskiligi, reyði løgurin, ið rennur úr glasi og verður notin í hugnaligari
samveru.
Haldi eisini hetta kvøldið var væleydnað. Uml. 60 fólk sóðu filmin. Ætlanin var at fáa eitt kjak eftir filmin. Hetta skuldi helst verið betur fyriskipað, og tekur nevndin hetta til eftirtektar.

Tá minnissvinn rakar familjuna var heiti á fyrilestri, ið Svava Aradóttir, sjúkrarøktarfrøðingur og ráðgevi, helt tann 15. septembur. Høvuðsevnini hetta kvøldið vóru:

Hvat snýr tað seg um?
Hvat er at gera, og hvat er í væntu?
Hvussu tekur umhvørvið tað?
Hvussu hjálpa vit best tí rakta/sjúka –
og er gjørligt at varðveita sambandið og gevandi samskifti?

Uml. 70 fólk, umboðandi avvarðandi, demenssjúk og fakfólk, vóru møtt hetta kvøldið..
Hetta var eitt sera gott kvøld, nógvir spurningar og gott prát aftur við kaffi og køkum.

Samanumtikið halda vit, at hetta vóru trý góð og gevandi kvøld.

At virka fyri at fáa skipaða upplýsing úti í økjunum, bæði fyri avvarðandi og starvsfólk, var annar setningur, nevndin setti sær at arbeiða fyri.

Ein fundur hevur verið við Nærverkið, umboð fyri deild 7 (demensútgreiningarklinikkin) á Landssúkrahúsinum og umboð fyri demenssamskiparafelagið, um hetta evnið.
Hetta var ein góður fundur, og niðurstøðan var, at arbeiðast skal við hesum máli. Síðan hevur arbeiðsorkan hjá Alzheimerfelagnum ikki megnað at fylgt málinum upp, tíanverri.

Men hetta er avgjørt eitt mál, vit mugu fara í holt við aftur nú í komandi tíðum.

At skipa fyri skeiðum fyri avvarðandi og fakfólki var tann triði arbeiðssetningurin, ið nevndin hevði sett sær.
Á tí økinum, halda vit, rímuligt er komið burturúr.
Eftir áheitan frá Dagtilhaldinum á Búatrøð í Klaksvík vóru Sofus Joensen, Erna Háberg og Sigrún Mohr har norðuri og kunnaðu um demens, og hvussu tað er gjørligt at liva eitt lív við teimum avbjóðingum og trupulleikum, sum demens skapar, og hvussu tað er at vera avvarðandi hjá mammu við Alzheimers.
Hetta var fundur fyri tey, sum varða av teimum, ið koma í dagtilhaldið.

Í samstarvi við Tórshavnar Kvøldskúla hava vit í vetur skipað fyri skeiði/evniskvøldum undir heitinum: Lívsdygd á ellisárum,- eisini hóast minnið bilar.
Evnini, ið vóru til viðgerðar tey sjey kvøldini, vóru:

• Kunning um gerontologi: Tað at eldast, hvat vita vit, og hvat halda vit okkum vita?
Framløga: Ása Róin, sjúkrarøktarfrøðingur og master í professionsmenning

• Gjøgnumgongd og lýsing av ymiskum sløgum av demensi, hvussu verður sjúkan sundurgreinað og viðgjørd.
Framløga: Sofus Joensen, psykiatari.

• Hvussu kunnu vit liva eitt lív við teimum avbjóðingum/trupulleikum, sum demens skapar, og hvussu kunnu vit best stuðla tann, ið fær demens, so tey liva longst gjørligt upp á egnar fortreytir.
Framløga: Erna Háberg, sjúkrarøktarfrøðingur og demenssamskipari.

• Hvønn týðning rørsla hevur, eisini á ellisárum.
Framløga: Jórun Simonsen, fysioterapeutur

• Kenslur. At liva saman við fólki við demens kann geva okkum nógvar ymiskar tankar og kenslur, eitt nú ótta, vreiði og máttloysi.
Framløga: Kári Leivsson, sálarfrøðingur.

• At vera hjúnarfelagi, barn ella vinur við ein við demensi kann ávirka treytirnar fyri samveruni.
Avvarðandi siga frá.

• Lóggáva, rættindi og møguleikar í sambandi við demenssjúku. Hvørji tilboð eru.
Framløga: Jónvør Christiansen, sjúkrarøktarfrøðingur og demenssamskipari frá Heimavitjanartænastuni hjá Tórshavnar Býráði.

Luttakararnir vóru 26 í tali, og vóru øll á einum máli um, at hetta var eitt gott tiltak. Væntandi verður hetta eisini sett á skránna hjá Kvøldskúlanum komandi vetur.
Í sambandi við framsýniningina hjá Kvøldskúlanum 3. og 4. apríl fer Alzheimeirfelagið at vera til staðar við einum bási við kunnandi tilfarið.

Eftir áheitan frá dagtilhaldinum í Nólsoy hevur Alzheimerfelagið eisini skipað fyri kunning um demens á almennum fundi har úti.

Erna Háberg og formaður felagsins vóru ein túr í Vági í mai mánaði í fjør, har fundur var avtalaður við Vágs Býráð um ta ætlaðu byggingina av røktarheimi í bygdini.
Tey greiddu frá og vístu okkum tekning av projektinum, ið sá sera spennandi út. Tó høvdu vit onkrar viðmerkingar til ymisk ting, ið ikki var tikið hædd fyri, um hugsað verður um fólk við demenssjúkum. Vónandi verður tikið atlit til hesi ting, tí verðuleikin er tann, at sera stórur partur av teimum, ið búgva á ellis- og røktarheimum, fyrr ella seinni fáa onkra demenssjúku, tí at vit liva longri. Elli er ikki = demens, men títtleikin økist við aldrinum.
Á hesari ferð, var eisini avtalað ein fundur við starvsfólkið á Heilsuskúlanum á Tvøroyri.
Tey greiddu frá, hvussu tey skipa undirvísingina um demens, og vit kundu eisini vísa á okkurt.

Í tí seinastu útgávuni av MBF-blaðnum hevur Alzheimerfelagið fingið innivist. Viðgjørt verður m.a.væntandi rættartrygdin hjá fólki við demenssjúku: Jónvør Christiansen, ið arbeiðir hjá Heimavitjunartænastuni hjá Tórshavnar býráð, greiðir frá.
Ein avvarðandi greiðir frá, hvussu umstøðurnar eru, nú mamman er ómynduggjørd.
At eingin orsøk er at krógva sjúkuna, sigur ein dóttir, hvørs pápi fekk staðfest alzheimersjúkuna á lutfalsliga ungum árum. At fáa staðfest álvarsliga sjúku er ein skelkur í sær sjálvum, men at tosa opið og ærligt um hetta hjálpir bæði tí rakta og øllum hinum í familjuni, sigur hon m.a.

Staðfestast má, at tað er eingin skomm at hava minnissvinn (demens)
Hetta er sjúka, ið kann raka ein og hvønn: Høgan sum lágan, ungan sum gamlan,
ríkan sum fátækan, sterkan sum veikan.
Henda sjúkan spyr ikki eftir, hvør tú ert, ella hvar tú býrt, tá ið hon leypur á.

Eden bólkurin er heimahoyrandi undir Alzheimerfelagnum. Hesin bólkurin ”livir” sítt egna lív, um man so kann siga. Bólkurin er mannaður við trimum fólkum, ið arbeiða innan eldraøkið, og formanninum í Alzheimerfelagnum.
Endamálið, ið hesin bólkur hevur sett sær, er at kunna og undirvísa um Eden skipanina. Tað er Margaret Johannesen, ið undirvísir, hon er skrásettur samskipari í Føroyum.

Í 2007 skipaði Nærverkið í samstarvi við Alzheimerfelagnum fyri stórari ráðstevnu í Norðurlandahúsinum undir heitinum: ” Vónin um framtíðar eldrarøkt”. Sjálvur Bill Thomas, faðir at Eden-hugtakinum, var komin at siga frá.
Tað var í hesum sambandi, at táverandi landsstýrismaður í almanna – og heilsumálum segði soleiðis, tá hann setti stevnuna, citat:

”Eg gevi tað greiða politiska signalið til tykkum øll, sum varða av eldrarøktini, at tað hevði verið gleðiligt og ynskiligt, um at vit taka hetta dagsins evni til okkara og gera tað til okkara felags mál fyri eldrarøktina. Sjálvur fari eg at gera tað, ið eg eri mentur, fyri at hesin arbeiðsháttur gerst veruleiki í Føroyum, við at eggja til, at hann einaferð verður gerandiskostur á øllum eldraheimunum, og eg vil eisini royna at útvega fíggjarliga játtan til at kunna fara ígongd við verkætlanina”, citat liðugt!

Tað var út frá hesari útsøgn, at Edenbólkurin var stovnaður og fekk ”innivist” hjá Alzheimerfelagnum.
Síðan stovnanina hevur Margaret verið á fleiri stovnum og undirvíst og hjálpt starvsfólkunum at ”inplementera” skipanina.

Sum kunnugt, so hava vit fingið nýtt landsstýrisfólk fyri almannaøkið, – Rósu Samuelsen – og vita vit ikki, enn hvørja støðu hon hevur til Eden hugtakið, men vóna vit sjálvandi, at hon hevur somu áskoðan sum undangongumaðurin.
Hugtakið byggir á hugsanina um at broyta fatanina av langtíðar eldrarøkt. Dentur verður lagdur á at skapa umhvørvi, ið tilvitað stimbrar heldur enn ótilviljað forðar framhaldandi eldramenning. Kjarnin í EDEN-umsorganini er einfaldur: Vit eiga at síggja røktar- og ellisheim sum samfeløg í staðin fyri neyðug tilboð til veik og eldri. Vit eiga at skapa samfeløg, har tey eldru trívast.

Á ráðstevnuni: “ Demensdagene”, ið verður hildin í Bellacentrinum á hvørjum ári, vóru 2 umboð fyri Alzheimerfelagið við í fjør. Ætlandi fara tveir nevndarlimir at umboða felagið aftur í ár. Tað er sera umráðandi alla tíðina at fylgja við í, hvat rørir seg innan demensøkið.

Tann 22.-25. mei í fjør var stór ráðstevna hildin í Oslo. Norska alzheimerfelagið var vertur fyri tí 18. Alzheimer Europa Conferansuni, ið bar heitið: “Breaking barriers” (Brót forðingarnar).
Tvey umboð fyri felagið,- Erna Háberg og formaðurin – vóru á hesi ráðstevnu.

Tann Norðurlendski fundurin var hildin í framhaldi av hesi ráðstevnuni. Í ár verður fundurin hildin í Danmark.

Alzheimer Europa ráðstevnan verður hildin í Brüssel í døgunum 28.-30. mei í ár. Um vit senda nakað umboð higar, er ikki avgjørt enn. Sum við øllum øðrum er tað ein fíggjarligur spurningur. Hetta verður tikið upp á fyrst komandi nevndarfundi.

Í brævi til limirnar í desembur í fjør harmast felagið, at Løgtingið hevur samtykt at broyta kunngerð um stuðul frá Almannastovuni til keyp av heilivági, tí hetta førdi við sær, at teir pensjónistar, ið m.a. fá heilivág fyri alzheimer/demenssjúku, skulu gjalda heilivágin sjálv. Hetta er dýrur heilivágur, ið fleiri pensjónistar kanska ikki eru førir fyri at gjalda.
Vit skriva skjótt 1. apríl, og støðan er tann, at kunngerðin er ikki sett í gildi enn. Helst hava løgtingslimirnir ikki sett seg inn í, hvørjar avleiðingir henda samtykt fær!

Á Alzheimerdegnum tann 21. septembur í ár verður m.a. skipað fyri fyrilestri við Henning Kirk undir heitinum: “Gamlir heilar – í viðráki og mótburði.”

Vitið kann í ávísum førum økjast, hóast heilin tóðnar nakað við árunum. Hesa andsøgn lýsir Henning Kirk við einum nýggjum heiti, heilabúskapur – heilans evni til at fáa meiri burtur úr ”teimum smáu gráu” og teirra milliardum av gongdum.
Hann hevur sum samfelagsmedisinari granskað heilsu, fyribyrging og tað at eldast. Hann var leiðari á Gerontologisk Institut 1989-1998, og síðan tá hevur hann virkað sjálvstøðugt sum rithøvundur, fyrilestrarhaldari og ráðgevi. Hann hevur latið úr hondum eina røð av bókum, greinum og tíðargreinum (kronikkum). Nýggjastu bøkur hansara eru: “Huskebogen” í 2005 og “Med hjernen i behold”, sum kom út í fjør.

At enda skal eg bara gera vart við annað, sum stendur á fundarskránni.

Viðvíkjandi virkisætlan komandi árið mælir nevndin til, at hildið verður fram við verandi virkisætlan – har er nóg mikið at fara undir.

Fyri nevndarvali standa: Beinta Mohr fyri tey avvarðandi.
Fyri fakfólkið er tað Sofus Joensen, og fyri varalimirnar er tað Unna Næss Petersen.

Beinta tekur tíanverri ikki við afturvali, og takki eg henni hjartaliga fyri tíðina, vit hava samstarvað.

Skal eisini takka fyritøkum og stovnum, sum hava stuðlað Alzheimerfelagnum fíggjarliga til ymisk tiltøk í farna ári.

Takk fyri.