Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársfundir Føroya Keypssamtøku 2016

Danial Viðoy

Regluligu ársfundirnir hjá teimum ymisku deildunum í Føroya Keypssamtøku verða hildnir mikudagin 16. mars kring landið. Allir limir í FK hava høvi at koma á fund og gera sína ávirkan galdandi.

TÍÐINDASKRIV FRÁ FK:

Regluligu ársfundirnir hjá teimum ymisku deildunum í Føroya Keypssamtøku verða hildnir mikudagin 16. mars kring landið. Allir limir í FK hava høvi at koma á fund og gera sína ávirkan galdandi.

Føroya Keypssamtøka er ein demokratiskur felagsskapur, sum limirnir eiga í felag. Á ársfundunum verður frágreiðing um viðurskifti hjá limafelagnum og øllum FK í farna ári, eitt nú fíggjarstøðan hjá handlunum og FK sum heild. Uppskot frá stjórn, nevnd ella limum verða havd til viðgerðar.

Á ársfundunum er val til limanevndina og val av stjórnarumboðum til stjórnina í FK. Limanevndar- og stjórnarumboðini verða vald fyri tvey ár.

Á heimasíðuni hjá FK – fk.fo – er kunnað um, hvørjir persónarnir eru, ið standa fyri vali og hvar fundirnir verða hildnir. Somuleiðis verður kunnað um ársfundirnar í teimum einstøku FK-handlunum.