Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins bestu lýsingar kosnar

John William Joensen

Sambært føroyska brúkaranum hava Ráðið fyri Ferðslutrygd, Tryggingarfelagið Føroyar og Visit Faroe Islands skapt ársins bestu lýsingar í 2013. Úrslitið av árligu kappingini varð kunngjørt á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk hóskvøldið. Klædnahandlinum Skálkur Man í SMS varð eisini heiðraður fyri m.a. at bróta upp úr nýggjum innan val av lýsingarmodellum.

Á ársveitsluni hjá Felagnum Føroysk Marknaðarfólk, ið er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, vóru ársins bestu føroysku lýsingar kosnar hóskvøldið, 16. januar. Talan var um tríggjar ymiskar virðislønir, sum føroyski brúkarin hevði møguleika at atkvøða um. Fleiri hundraðtals fólk høvdu valt at atkvøða í kappingini.

Úrslitið varð, at”Un-átakið” og nýggja brandið hjá Visit Faroe Islands (fyrrverandi Ferðaráðnum) gjørdist ársins besta marknaðarátak, meðan ársins besta prentlýsing varð latin til Tryggingarfelagið Føroyar fyri prentlýsingina ”Vit stuðla ikki bara einum liði. Vit stuðla einari tjóð”, sum varð gjørd í samband við Oyggjaleikirnar á Bermuda í fjør.

At enda valdi føroyski brúkarin at geva stuttfilminum ”Ránið” hjá Ráðnum fyri Ferðslutrygd, ið vendir sær serliga til ung fólk, heiðurin sum ársins besta sjónvarpslýsing í farna árinum.

Harafturat valdi Felagið Føroysk Marknaðarfólk at geva klædnahandlinum Skálkur Man í SMS eitt heraklapp fyri at bróta upp úr nýggjum, tora at flyta nøkur mørk, og samstundis virða og heiðra føroyska ymiskleikan við at nýta modellir í nógvum ymiskum støddum.

Tað er nevndin í felagnum, sum hevur tilnevnt tær ymisku lýsingarnar, ið atkvøtt hevur verið fyri síðstu tíðina. Einasta kravið fyri at vera tilnevndur var, at lýsingin skuldi hava verið brúkt ella sædd í Føroyum í 2013.

Harleyfacadeacryl