Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins dystur hjá H71 og Team Klaksvík

Jákup Ósá

 Í kvøld verður avgerandi ”kvartfinala” í Hoyvíkshøllini millum H71 og Team Klaksvík.

Talan er um seinasta dystin í bólkaspælinum, har vinnarin fer víðari í hálvfinaluna saman við KÍF, sum vinnur bólkin. H71 hevur framvegis lítlan møguleika at røkka FM finalunum, men meira realistiskt er tað hjá hoyvíkingum at koma langt í steypakappingini. Team Klaksvík er aftast í landskappingini, og tí er tað eisini í steypakappingina, at Team Klaksvík satsar alt uppá á koma langt. Tískil er talan um týdningarmiklasta dystin hjá báðum liðunum hetta kappingarárið.

Dysturin í Hoyvíkshøllini byrjar í kvøld kl. 20.00.