Í kvøld vera ársins leikarar í føroyskum fótbólti valdir.
Í kvøld vera ársins leikarar í føroyskum fótbólti valdir.
Tað eru Miðlahúsið og FSF, ið standa fyri at heiðra ársins fótbóltsleikarar í ár hjá monnum og kvinnum. Venjarar, liðskiparar og fjølmiðlafólk hava atkvøtt og úrslitini vera kunngjørt á Hvonn kl. 21.00 í kvøld.
Í mun til í fjør, so eru broytingar framdar, ið heilt klárt hava hækkað støðið og fortreytirnar fyri, at valið er so rættvíst sum møguligt. Í fjør kundu tey við atkvøðurætti einans velja millum tríggjar leikarar til hvørt økið og eisini bleiv valt áðrenn kappingin var liðug. Hetta er broytt í ár, soleiðis at frítt er at velja og at valt verður eftir kappingina.
Norðlýsið bar seg undan, sum fjølmiðlarnir hava møguleika til, at velja hjá kvinnunum, tí grundarlagið ikki var nóg gott fyri at seta rættvís nøvn á har.
Niðanfyri eru stigini, ið Norðlýsið sendi inn til teir bestu í Effodeildini 2013:
Ársins málverji: 5 stig: Teitur M. Gestsson 3 stig: Símun Rógvi Hansen 1 stig: René Tórgarð
Ársins miðverji: 5 stig: Jóhan Troest Davidsen 3 stig: Hørður Askham 1 stig: Morten Overgaard
Ársins miðvalla leikari: 5 stig: Fróði Benjaminsen 3 stig: Christian Mouritsen 1 stig: Símun Samuelsen
Ársins álopsleikari: 5 stig: Páll A. Klettskarð 3 stig: Klæmint A. Olsen 1 stig: Clayton Soares
Ársins venjari: 5 stig: Albert Ellefsen 3 stig: Sámal Erik Hentze 1 stig: Oddbjørn Joensen
Ársins ungi leikari: 5 stig: Hørður Askham 3 stig: Teitur M. Gestsson 1 stig: Árni Frederiskberg
Ársins leikari: 5 stig: Fróði Benjaminsen 3 stig: Christian Mouritsen 1 stig: Páll A. Klettskarð
Ársins dómari: 5 stig: Lars Muller 3 stig: Petur Reinert 1 stig: Rúni Gaardbo




