Norðlýsið hevur valt teir bestu leikararnar út úr Effodeildini fyri fyrru hálvu í landskappingini.
Norðlýsið hevur valt teir bestu leikararnar út úr Effodeildini fyri fyrru hálvu í landskappingini. Eisini hava vit valt besta venjara og besta dómara.
Um liðið
Av teimum 11 leikarunum eru kanska 7 lættir og upplagdir at seta inn. Til tey seinastu plássini er verri at taka dagar ímillum og í summum førum kundi tað eins væl verið onkrir aðrir leikarar. HB er nógv best umboðað við 6 leikarum. Hetta endurspeglar teirra greiðu oddastøðu í Effodeildini. Annars eru fleiri leikarar, ið vóru júst ov stuttir at koma á ársins lið eftir 9 umførum eru nú slopnir innum.
Málverji: Teitur M. Gestsson
Her er eingin ivi. Teitur hevur spælt 12 dystir og hildið málið reint í 7 av teimum dystunum. Fleiri ferðir hevur hann framt avgerandi stórbjargingar. Plássið á ársins liði í fyrru hálvu er trygt.
Høgri bakkur: Gert Hansen
Her er eisini eitt rættuliga upplagt val. EB/Streymur er eitt av liðunum í Effodeildini, ið hevur latið minst mál inn. Har hevur Gert Hansen sum tann einasti leikt allar dystirnar. Hann er samstundis verjuleikarin í Effodeildini við flest uppleggum. 7 ferðir hevur hann verið næst seinasti leikari á, tá EB/Streymur hevur skorað mál.
Jóhan T. Davidsen
Miðverji: Jóhan hevur spælt væl og støðugt í ár, hóast plássið ikki er so trygt sum eftir fyrsta triðingin. Hevur spælt ein týðandi leiklut í HB, síðani hann kom til felagið í fjør summar.
Miðverji: Bartal Eliasen
Í sínum 12 dystum í Effodeildini hevur ÍF bara tapt eina dystin í ár. Týdningurin hjá Bartal á ÍF liðinum er sera stórur og hann hevur eisini skorað 4 mál, sum hava havt avgerandi lut í fleiri stigum. Mannar saman við Høgni Zachariassen eina sera sterka miðverju.
Vinstri bakkur: Heðin á Lakjuni
Ein tann mest undirmetti leikarin í Effodeildini seinasta hálvt annað árið. Spælir nærum uttan undantøk væl og ger fáar feilir eins og hann dugur væl at røkja álopspartin. Kappingin um vinstra bakk plássið á hesum liðinum er tó hørð.
Sentralur miðvallaleikari: Fróði Benjaminsen
Fróði er sólarklárt val til sentrala miðvøllin. Hevur havt eitt av sínum bestu kappingarárum og bindur HB liðið saman á meistarligan hátt. Vaksandi ábyrgdin sum hjálparvenjari sær ikki út til at ávirka skeiva vegin.
Sentralur miðvallaleikari: Heini Vatnsdal
Avrikini hjá Heina hava verið so mikið sannførandi, at hann eigur eitt pláss nú, hóast leikbann og bonk pláss fyrstu umførini. Tykist passað útmerkað til HB. Ger saman við Fróða lívið súrt hjá øllum mótstøðuliðum at møta HB miðvøllinum. Fyllur nógv og dugur ikki bara at stríðast, men spælir eisini væl við bóltinum.
Høgri vongur: Christian Mouritsen
13 upplegg og 4 mál siga væl alt um ein leikara, sum altíð er við, har tað hendir antin sum málskjútti ella uppleggjari.
Vinstri vongur: Símun Samuelsen
9 upplegg og 6 mál tala eisini fyri seg hjá vinstra vongi hjá HB. Besti vongurin í føroysku kappingini í ár og fær eisini góðar umstøður til sítt álopsspæl við so hart arbeiðandi miðvølli á HB liðinum.
Álopsleikari: Leif Niclassen
Leif er toppskjútti í deildini og hevur verið ímyndin av einari langari røð av góðum úrslitum hjá meistarunum. Hevur megna tí stóru uppgávuna, at skora neyðugu málini, meðan Arnbjørn Hansen hevur verið skaddur.
Álopsleikari: Clayton Soares
Vinnur plássið frá Páll A. Klettskarð vegna meira støðugt spæl. Hevur eisini spælt færri dystir enn hinir topskjúttarnir. Hevur ótrúligan týdning fyri ÍF álopspartin.
Ársins venjari: Albert Ellefsen
Tá Jan Ellingsgaard og Bartal Eliasen – sum báðir hava verið lykla leikarar – komu aftur í hópin broyttust fortreytirnar soleiðis, at flestu “serfrøðingar” nokk høvdu havt ÍF longri uppi enn á 7. plássi undan kappingini. Men at fuglfirðingar skulu vera størstu avbjóðarar til HB í summarsteðginum er tekin um, at venjarin hevur fingið tað besta burturúr fólkinum, har fleiri leikarar í uppstillingini ongantíð áður hava havt fæst pláss í bestu deildini. Tykist eisini vera ein, sum torir at taka avgerðir og ikki er bangin fyri at seta “profilar” á bonkin, um tað skal vera. Torir eisini at satsa uppá teir ungu óroyndu leikararnar, og tað hevur lønað seg higartil í ár.
Ársins leikari fyrstu 15 umførini: Fróði Benjaminsen
Hjálparvenjari, liðskipari, undangongu stríðsmaður, 6 mál, 4 upplegg og fyri tað mesta verjukendur miðvalla leikari á einum liðið, ið hevur latið fægst mál inn. Hevur verið avgerandi, tá tað veruliga hevur staðið á sum t.d. í Klaksvík, í Norðragøtu, í Fuglafirði og í granna uppgerðini móti B36. Er meir enn nakar annar leikarin á HB liðinum, ið hevur fingið liðið at virka sum ein vælsmurd maskina í fyrru hálvu.
Ársins gjøgnumbrot: Poul Ingason
17 ára gamli leikarin sat í fjør fyri tað mesta á bonkinum hjá TB, men hevur í ár veruliga sligið ígjøgnum. 5 mál eru tað blivin til higartil hjá einum liði, har hann í fleiri dystum hevur havt truplar umstøður og verið rættuliga einsamallur. Fekk eisini avgerandi leiklut hjá U21 landsliðinum móti Rumenia, sum undirbyggir hansara gjøgnumbrot í 2013. Gongur ímóti einari stórari framtíð. TB fer uttan iva at gera nógv fyri at halda uppá evnaríka leikaran, sum ikki so sjáldan seinastu tíðina er settur í sambandi við HB til kappingarárið 2014. Leikarar sum Oddmar Marsten, Hørður Askham, Leivur Joensen og Ari Ellingsgaard er allir við í tøttu kappingini um hendan heiðurin.
Ársins dómari: Lars Múller
Tað tykist ikki vera nakar ivi um, hvør er føroya besti dómari. Hann eitur framvegis Lars Múller. Hevur evnini til at leiða dystirnar á meistarligan hátt, og nærum ongantíð koma í fokus fyri tað skeiva. Hann loyvir spælinum at koyra og tað er neyvan av tilvild, at hann hevur dømt fleiri av teimum mest undirhaldandi dystunum í ár.




