Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins Rósa 2025

Tíðindaskriv

Tá Jólaskipið kemur at Klaksvík, hava Jólamenninir við sær eina serstaka rósu.

Tí, sælari er at geva, enn at fáa

Vit heita á borgarar í Norðoyggjum um, at senda okkum uppskot um persón, ið skuldi fingið heiðurin Ársins Rósa 2025
Ársins Rósa 2025 er ætlað sum eitt herðaklapp til ein persón, ið sjálvboðin hevur víst serligt hjálpsemi, samfelagssinni ella, sum á annan hátt hevur verið fólki og samfelagi at serligum gagni

Skriva navn og stutta frágreiðing um viðkomandi persón, og send hetta til Norðlýsið um teldupost á info@nordlysid.fo, ella til Norðlýsið, Klaksvíksvegur 28, 700 Klaksvík.

Evstamark fyri uppskotum er 12. desembur 2025

Við heiðrinum “Ársins Rósa” fylgja 20.000 krónur