Ársins Rósur, sum í ár eru tvær í tali, verða givnar fyri at varpa ljós á hetta sera virðismikla, sjálvbodna arbeiði, sum gjørt verður – ikki bara í tí felagnum, sum her er talan um, men í fleiri ymiskum feløgum, segði borgarstjórin m.a.
Røða borgarstjórans fyri Ársins Rósu 2007, Jórun Andreasen og Jórun Jacobsen.
Góðu gestir her í dag.
Enn einaferð eru jólini komin, og aftur í ár leita vit heim til okkara kæru at gleðast og hugna okkum saman í fjálgum stovum.
Øll munnu vit við gleði kunna minnast aftur á mong góð og gleðilig jól saman, tá vit sum børn hildu jól í okkara barnaheimi ella hjá teimum, sum vóru góð við okkum.
Soleiðis skal tað vera á jólum – hon er gleðinnar hátíð, hon er tíðin, tá vit leita heim, innar í stovuna, at fegnast um tað, sum vit hava fingið, og sum er uttan um okkum – familja, børn, foreldur, systkin, vinir o.s.fr.
Hetta er ein tann stóri munurin á jólunum og øðrum hátíðardøgum.
Aðrar hátíðir eru mangan eyðkendar av, at vit leita út – út at hugna okkum saman við øðum á almennum støðum, og tað er eisini hugnaligt á sín egna hátt – men soleiðis er ikki á jólum, tí tá leita vit ístaðin inn til okkum sjálvi, inn í heimini at njóta friðin og gleðina.
Eitt annað serstakt við jólum eru jólagávurnar. Serstakliga har, sum børn eru uppi í leikinum, fer ein stórur partur til at gleða tey smáu við umsorgan og gávum.
Men fyri at fáa eina gávu, so má ein gevari til. Ein, sum sjálvboðin vil geva nakað til onnur uttan at krevja løn ella nakað afturfyri.
Júst hetta er tað sentrala í jólaboðskapinum, at tað var Ein, sum elskaði okkum so nógv, at Hann gav.
Hóast tað mangan kann tykjast at vera farið ov langt við jólagávunum, so kunnu vit eisini velja at lata tað minna okkum á tað størstu gávuna, sum givin er, tá ið Jesus Kristus, Sonur Guds, kom úr dýrd Faðirs Síns og gav seg sjálvan fyri okkum.
Orð Guds sigur eisini, at tað er sælari at geva enn at fáa, og Gud elskar glaðan gevara.
Tey flestu av okkum hava nóg mikið við at geva okkara orku og tíð til okkum sjálv og okkara kæru uttan um okkum, og tað er sanniliga gott. Okkara kæru eru ein gáva, og vit eiga at geva teimum av okkara fyrsta og besta – eingin ivi um tað.
Men samstundis vita vit, at nógv av tí virksemi í samfelag okkara, sum verður gjørt í feløgum, eisini her í lokaløkinum, ikki hevði borið til – ja, tað hevði steðgað upp, um tað ikki var fyri tey, sum sjálvboðin, dag um dag, geva av síni tíð, orku og evnum fyri viðkomandi felagsskap.
Hetta sjálvbodna arbeiðið kemur ómetaliga mongum tilgóðar, ikki minst okkara uppvaksandi ættarliði, sum í væl skipaðum feløgum kunnu læra týdningin av at stríðast fyri eini søk, at arbeiða í felag og vera saman við øðrum javnaldrum, at vera ásettum reglum lýðin o.s.fr.
Vit hava tí sera nógv at takka hesum fólkum fyri, og virðið av teirra sjálvbodna avriki er tí torført at gera upp í peningaligum virðum – tað røkkur út um tað, tí her er talan um menniskjalig virðir.
Í øllum væl virkandi feløgum finnur tú nøkur menniskju, sum veruliga brenna fyri tí arbeiði, sum har verður gjørt.
Hesar eldsálir eru sjálvandi fleiri, og allar eru heldur ikki so sjónligar í tí dagliga. Tað kann tí verða ringt at taka dagar ímillum hesar sera virðismiklu persónar fyri ítróttar- og frítíðar-lívið her í økinum.
Tó eru tað tey, sum skara framúr í fjøldini, og neyvan man nakar verða ósamdur við okkum í nevndini fyri hetta tiltak, nú eg um eina lítla løtu skal avdúka nøvnini á teimum persónum, sum vit í ár hava gjørt av at heiðra við Ársins Rósu.
– – –
Um hesar persónar verður m.a. sagt, at teir eiga æruna av, at tað felag, sum teir sjálvbodnir arbeiða fyri, eru so væl virkandi, sum tað er á fleiri økjum.
Hesir persónar eiga ein stóran part av æruni av, at tað kennist so gott, fjálgt og hugnaligt at koma á gátt í tí felagnum, bæði hjá limum og gestum annars.
Uttan at fáa eitt oyra afturfyri hava hesir persónar, sum kanska fleiri av tykkum nú eru byrjað at gita tykkum fram til, í nógv ár verið eldsálir og ein samansjóðandi kraft í einum av okkara lokalu ítróttarfeløgum.
Tær dagligu uppgávurnar hjá hesum persónum hava millum annað verið og eru:
*at vaska klæðir hjá fleiri liðum, *at pakka taskur, *at gera reint, *at vartað upp, *at vaskað upp, *at keypa inn tað neyðuga, *at taka ímóti gestum og skipa fyri kappingum og nógv, nógv annað, sum eg ikki nevni her.
umframt nevndararbeiði
Eg las í einum blað, har hesir persónar blivu spurdir, hví teir gjørdu hetta arbeiðið, og svarið var nakað soleiðis:
– Felagið hevur givið okkara børnum so nógv og tikið sær so nógv av børnunum, at tað er ikki meira enn rímiligt, at vit foreldur gera nakað afturfyri. Tað ber ikki til bara at krevja. Sum foreldur mugu vit eisini gera nakað afturfyri.
– – –
Ársins Rósur, sum í ár eru tvær í tali, verða givnar fyri at varpa ljós á hetta sera virðismikla, sjálvbodna arbeiði, sum gjørt verður – ikki bara í tí felagnum, sum her er talan um, men í fleiri ymiskum feløgum.
Vit eiga at vísa hesum fólkum virðing og takk-semi fyri tað stóra ólønta avrik, sum gjørt verður fyri frítíðar- og ítróttarlívið her í økinum.
Uttan hetta arbeiðið, var einki væl virkandi frítíðar- og ítróttarlív – so einfalt er tað.
At hava eitt virkið frítíðarlív er ómetaliga gott og gevandi fyri øll, ikki minst fyri okkara børn og ungu, sum har fáa ein førning fyri lívið, sum kemur teimum tilgóðar, bæði nú og seinni í lívinum.
Kæru norðingar, góðu gestir!
Tað er mær ein stórur heiður at siga frá, at persónarnir, sum í ár verða heiðraðir við Ársins Rósu eru tær báðar: Jórun og Jórun!
Jórun Andreasen og Jórun Jacobsen, sum hesi seinastu á leið 15 árini hava gjørt eitt ómetaliga stórt, sjálvboðið arbeiðið í Klaksvíkar Ítróttarfelag, verða bidnar um at koma fram higar at taka ímóti Ársins Rósum, sum í ár eru tvær í tali.
Latið okkum geva teimum eitt klapp….




