Tað er í kvøld, at jólaspenningurin rættuliga byrjar at fara í topp. Jólaskipið kemur til Klaksvíkar í kvøld klokkan seks, eftir at hava verið í Leirvík klokkan fimm.
Jólabýurin hevur rigga seg orduliga til. Har verður nógv spennandi úti í Klaksvík, og so ikki minst:
Hvør fær heiðurin “Ársins Rósa”?
Tað verður spennandi at fáa at vita. Jólaskipið nærkast nú, teir síggja væl Kallin nú siga jólamenninir á Jólaskipinum og teir siga at teir hava nógvar pakkar við til øll børnini, sum møta upp úti í Klaksvík í kvøld tá jólaskipið kemur.




