Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins roykfríð skúli 2016

Orð og Myndir: Dávur Winther

Í morgun beyð Fólkaheilsuráðið til stórt hátíðarhald í Badmintonhøllini í Klaksvík, har allir næmingarnir í skúlanum vórðu boðnir við at heiðrað 5. A sum vann skúlanum heiðurin ”Ársins roykfríi skúli”. Til tiltakið spældu Danny and the Weetos.

Á heimasíðuni hjá Fólkaheilsuráðnum, sum hevur skipað fyri tiltakinum, verður m.a. skrivað: “ Ársins roykfríi skúli er í ár á Skúlatrøð í Klaksvík, og tað er 5. a í samanlagdi skúlanum í á Skúlatrøð, sum vann kappingina.

72 flokkar tóku lut í kappingini, harav 52 av teimum luku treytirnar at vera roykfríur skúli. Vinningurin var ein konsert við Danny & the Veetos.

Talan gjørdist eisini um nýtt met í luttakarum. Gamla metið var frá 2013, tá 55 flokkar luttóku, og 49 flokkar kláraðu at vera roykfríir”.

So rómurin var stórur í Badmintonhøllini í Klaksvík í morgun, har børnini sungu væl við. Manningin á Danny and the Weetos heitti á næmingarnar um at syngja væl við – eisini tit lærarar og eisini Bergur, rópti Páll (sonur Bergur Brim).