Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ársins Søludagur verður aftur í ár

Tíðindaskriv

Síðsta ár var skipa fyri Ársins Søludegi fyri fyrstu ferð í Føroyum. Tað var føroyska fyritøkan Fegin, sum saman við donsku fyritøkuni Navitas, sum skipaði fyri hesum tiltaki. Undirtøkan var so mikið góð, at fyrireikarnir aftur í ár hava sett sær fyri at endurtaka hendan dag. Í ár verður dagurin aftur hildin í Norðurlandahúsinum og verður tiltakið, hósdagin 9. apríl.

Niclas Heri Jákupsson sum eigur fyritøkuna Fegin, sigur í stuttari viðmerking, at høvuðsorsøkin til at tað verður skipa fyri slíkum tiltaki, er at seta fokus á sølu. Bæði fyri at økja um virðing fyri hesum arbeiði, men eisini fyri at geva sølu- og tænastufólkum í Føroyum nøkur góð faklig amboð, soleiðis at tey blíva betir til at sølu og tænastu. Í síðsta enda vóni eg, at kundin fær gleði av hesari íløgu. Tí tað er ikki arbeiðsgevarin sum betalir lønina – men kundin, og tí er tað sera umráðandi, at sølufólkini duga at geva kundanum eina góða uppliving, hvørjaferð tey hava samband við kundan, sigur Niclas Heri.

Enn er skráin ikki endaliga løgd, men høvuðsnøvini eru tó komin í hús.

Anna Thygesen sum er serfrøðingur innan keypsatferð hjá kvinnum, kemur at hava ein fyrilestur um hvat tað er sum kvinnur ynskja og krevja, tá tær keypa, og kemur hon at geva áhoyrarnum vitan og nøkur hent amboð. Anna Thygesen, er ein sera spennandi kvinna, og er hon ein tann mest eftirspurdi fyrilestrarhaldari nú á døgunum.

Eskild Ebbesen er mest kendur innan fyri rógving, men hann hevur í nógv ár tosa um hvat skal til fyri at blíva ein vinnari. Eskild er tann persónurin sum hevur vunnið flest OL og VM heiðursmerkir í danska ríkinum. Á Ársins Søludegi 2015 kemur Eskild at hava ein fyrilestur sum tekur støði í hansara nýggju bók: Tænk som en vinder. Eskild kemur at umrøða, hvussu ein kann blíva við at motivera seg til at blíva betir og hvussu ein sleppur av við tær mentalu forðingarnar, sum sølufólk dagliga hava.

Heini Zachariassen er ein av teimum fáa føroyingunum, sum hevur áltjóða succes. Heini eigur fyritøkuna Vivino, so er ein app, sum dagliga verður brúkt um allan heim. Á Ársins Søludegi verður beinleiðis video-samrøða við Heina úr San Francisco. Heini kemur at greiða frá hvat hann heldur hevur týding, tá talan er um sølu, tænastu og branding.

Aðrir fyrilestrahaldarir vera Sam Jacobsen, sum kemur at hava ein fyrilestur um hvat góð tænasta er. Danin Jens Poulsen kemur at geva áhoyarnum nøkur konkret góð søluamboð, sum tey kunnu brúka dagin eftir. Og Niclas Heri kemur at hava ein fakligan, men eisini undirhandandi fyrilestur um søluótta.

Meira er at lesa um Ársins Søludag 2015 áwww.soludagur.comBlíðar heilsanir