Kvinnurenningin 2017 verður leygardagin 10. juni kl 15.30 á Tórsbreyt í Havn
Kvinnurenningin 2017 verður leygardagin 10. juni kl 15.30 á Tórsbreyt í Havn
Gávuposar og renninummur
Heinta startnummur og gávuposa í nýggja handlinum hjá Thomas Dam Intersport í Jónas Broncks gøtu í Havn fríggjadagin 9. juni frá kl. 10-18 og leygardagin 10. juni frá kl. 10-14.
9. Kvinnurenningin
Hetta er 9. árið á rað, at Kvinna og Bragdið kunnu gleðast um at savna kvinnur úr øllum landinum til Føroya størstu renning.
Kvinnurenningin er fyri allar fyri kvinnur, sama um tú rennur ella gongur, og í 9 ár hava vit sæð vinkonur, systrar, mammur, døtur, ommur og starvsfelagar koma saman til ein hugnaligan dag.
Tríggjar vakrar rutur
Sum nakað nýtt fara vit í ár eisini at hava eina rutu á 7.5 km. Hendan rutan er til tær, ið hava hug at fáa nakrar eyka kilometrar í beinini. Vit hava eisini okkara góðu rutur uppá 5 og 2,5 km, har tað ávikavist er møguligt at njóta útsýnið yvir Nólsoyarfjørð, meðan runnið verður Yviri við Strond, ella at njóta Viðalundina á veg oman í Miðbýin í Havn.
Hugni og sosial samvera
Í fjør vóru yvir 1500 kvinnur, sum savnaðust á Tórsvølli til Kvinnurenningina. Hesin dagurin er meira enn bert fetini á ferð eftir asfaltinum. Vit leggja dent á, at tað er ein hugnaligur dagur, har vit koma saman til bæði renning, stuttleika og eina hugnaløtu á Vaglinum, eftir at tú er komin á mál.
Heinta chip í góðari tíð
Vilt tú hava tína tíð skrásetta, so minst til at heinta chip í góðari tíð. Hetta chippið verður fest í skógvarnar, og síðani verður tíðin máld, og mynd verður tikin av tær, tá tú glað og kinnareyð rennur um málstrikuna.
Chip-ini verða býtt út á Tórsbreyt frá kl 14.30.




