Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Árskort til heimadystirnar hjá KÍ

John William Joensen

Enn ber til at ognað sær árskort til allar landskappingar heimadystir hjá fremsta mansliði felagsins

Fleiri hava longu nýtt høvið at sleppa heldur bíligari til heimadyst hjá formulaliðinum hjá KÍ. Tað er nú møguligt at sleppa til teir 13 heimadystirnar fyri einans 650 kr. Harvið sparir ein 260 kr.

Umframt at einstaklingar keypa árskortið, so er hetta samstundis eisini eitt gylt høvið hjá fyritøkum at keypa kort til síni starvsfólk vm. Fleiri fyritøkur hava longu nýtt hendan møguleikan.

Fyri at ognað sær eitt árskort skal ein seta seg í samband við Jóhann Lutzen á tlf. 210797 ella við at senda t-post á johlut@klaksvik.fo

Til ber at keypa árskort til og við Klaksvíkskappingina, ið verður leygardagin 14. mars og sunnudagin 15. mars.