Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

ÁRSMØTIÐ ’14: Guds orð er trúvert

John William Joensen

Um vikuskiftið hevur Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum ársmøti í Meinigheitshúsinum í Havn. Ársmøtið er árliga tiltakið, har sjóneykan verður sett á arbeiðið, sum Heimamissiónin ger.

Um vikuskiftið hevur Kirkjuliga Heimamissiónin í Føroyum ársmøti í Meinigheitshúsinum í Havn. Ársmøtið er árliga tiltakið, har sjóneykan verður sett á arbeiðið, sum Heimamissiónin ger.

Heitið á ársmøtinum í ár er “Guds orð er truvert”.

Fríggjakvøldið kl. 20 verður eitt undantiltak, har bretin Gary Witherall frá Operation Mobilisation talar og T.O.S. spælir.

Leygarmorgunin verður lagt fyri við pallborðsfundi kl. 10 við yvirskriftini “Hvønn leiklut hevur Guds orð í 2014?” Kl. 14 verða árligu arbeiðsfrágreiðingarnar frá formanni, aðalskrivara og fíggjarleiðara. Endað verður kl. 19:30 við møti, har Bergur D. Joensen, sóknarprestur, talar og Glyvra Streingjakór syngur. Høvi verður at geva eina gávu til arbeiðið hjá Heimamissiónini.

Øll eru hjartaliga vælkomin til Ársmøtið ’14!

Kirkjuliga Heimamissiónin