LISITATIÓN: Undir lisitatiónini á Landsverki seinnapartin í dag gjørdist greitt, at byggifyritøkan Articon átti nógv bíligasta tilboðið til gerð av nýggjari farleið til Viðareiðis. Tó eru øll tilboðini omanfyri kostnaðarmetingina.
LISITATIÓN: Undir lisitatiónini á Landsverki seinnapartin í dag gjørdist greitt, at byggifyritøkan Articon átti nógv bíligasta tilboðið til gerð av nýggjari farleið til Viðareiðis. Tó eru øll tilboðini omanfyri kostnaðarmetingina.
Boðið varð út í tveimum. Einari upprunaverkætlan, sum er tann dýrara loysnin, og einari verkætlan við munandi sparingum.
Bíligasta tilboðið í báðum førum eigur samtakið millum føroysku fyritøkuna, Articon, og norska LNS. Teirra tilboð liggja á ávikavist 174,9 og 198,5 mió. krónum.
Næstur teimum liggur íslendska, Ístak, ið vil gera arbeiðið fyri ávikavist 208,9 og 234,7 mió. krónur. Síðani kemur MT Højgaard Føroyar við 213,1 og 233,1 mió. kr. Fjórða tilboðið er frá J&K Petersen, ið vil gera arbeiðið fyri 220,1 ella 251,7 mió. krónur.
Landsverk fer nú at taka støðu til innkomnu tilboðini.
Metingin fyri arbeiðið er ávikavist 158 og 174 mió. krónur, og samlaði fíggjarkarmurin hjá Løgtinginum fyri nýggju farleiðina til Viðareiðis er sambært verklagslóg 162 mió. krónur. Sjálvt arbeiðið skal eftir ætlan byrja næsta ár.
Farleiðin fevnir um ein umleið 1.850 metrar langan tunnil millum Hvannasund og Middal. Í Hvannasundi verður nýggjur vegur gjørdur til tunnilsmunnan, eins og nýggjur vegur úr Middali til Viðareiðis eisini skal gerast. Samlaða nýggja vegalongdin verður umleið fýra kilometrar.




