Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Articon skipað fyri lærlingadegi

Articon

Fríggjadagin hittust allir lærlingar og meistarar í ArtiCon í Pakkhúsinum í Bø. Tann árligi lærlingadagurin var á skránni.

Evnið í ár var arbeiðsgleði. Niclas Heri Jákupsson luttók við ymiskum uppleggum, har hann setti fokus á arbeiðsgleðina. Fokus var eisini á trygdina hjá lærlingunum.

Endamálið við lærlingadegnum er at menna lærlingarnar bæði persónliga og fakliga. Høvi var eisini at práta nógv saman um læruna og týdningin av at trívast í lærutíðini.

Lærlingadagur er fastur táttur á hvørjum ári hjá ArtiCon. Gott 30 lærlingar eru hjá ArtiCon.  

Harleyfacadeacryl