Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Asfaltsarbeiði í komandi viku

klaksvik.fo

Mánadagin verður byrjað uppá asfaltsarbeiði í miðbýnum. Strekkið, sum verður asfalterað, er frá magnstøðini og til Bókasavnið tvs. suðurendin á Stangavegnum, Nólsoyar Pálsgøta og partur av Biskupsstøðgøtu.

Byrjað verður 24. januar kl. 08:30 og arbeitt verður til umleið kl.18:00. Arbeiðið verður væntandi liðugt 3. februar.  Meðan arbeiðið verður framt, verður ferðslan leidd við ljósskipan og síðuvegir verða stongdir hetta tíðarskeiðið.