Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ásgarð fær terrassu

Jákup Ósá

– Vit ætla at klára at vera lidnir til Summar Festivalin, siga Kim B. Hansen og Jógvan Eli á Høvdanum, sum reka dansistaðið Ásgarð í Klaksvík.

Í hesum døgum er nógv virksemi uttanfyri Ásgarð, sum er dansistaðið í Klaksvík, har serliga ung fólk ganga. Ein terrassa verður gjørd, og hetta kemur at gera, at gestirnir eisini kunnu sita uttanfyri, tá veðrið er gott. Kim B. Hansen og Jógvan Eli á Høvdanum reka Ásgarð.

– Við hesum verður Ásgarð nógv meira innbjóðandi. Terrassan kemur at gera, at fólk kunnu sita uttanfyri, um tey hava hug, og so er ætlanin eisini at fáa tak útyvir. Hetta gevur fleiri møguleikar. Vit hava fingið øll loyvini uppá pláss og vóna at vera lidnir við arbeiði til Summar Festivalin, siga Kim B. Hansen og Jógvan Eli á Høvdanum.