Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Áskoðan: Fastlønarsáttmáli innan høvuðsvinnuna

John William Joensen

Rætting til fundarsamtykt Javnaðarfloksins, skrivar Vinnuhúsið í tíðindaskrivi

Landsstevnan hjá Javnaðarflokkinum sigur í fundarsamtykt síni, at hon ”undrast á, at Arbeiðsgevarafelagið ikki hevur brúkt góðu tíðirnar til at skipa fyri eini fastlønarskipan í høvuðsvinnuni, heldur enn nú at eymka seg um, at avtalan um arbeiðsmegi úr ES-londunum fer úr gildi, tí arbeiðsloysið er vaksandi.”

Føroya Arbeiðsgevarafelag undrast somuleiðis. Undir Sáttmálasamráðingunum í 2007 legði Føroya Arbeiðsgevarafelag uppskot fyri tey fimm arbeiðarafeløgini um fastlønarsáttmála innan fiskivinnuna. Hetta uppskot var ætlað sum grundarlag undir samráðingunum, soleiðis at partarnir í felag kundu arbeiða víðari við hesum. Hetta vann ikki frama hjá arbeiðarafeløgunum, og arbeitt varð ikki víðari við hesum undir sjálvum samráðingunum í 2007.

Á fundi 6. juni 2008 varð fundur millum arbeiðarafeløgini og Føroya Arbeiðsgevarafelag, tá arbeiðarafeløgini løgdu sínar hugsanir um ein fastlønarsáttmála fram. Málið hevur síðan verið tikið fram av og á, men orsakað av innanhýsis trupulleikum á fakfelagssíðuni, er arbeiðið at koma á mál við einum slíkum, ongantíð veruliga byrjað.

Landsstevna Javnaðarfloksins mistekur seg tí, tá hon hartar Arbeiðsgevarafelagnum fyri ikki hava skipað fyri eini fastlønarskipan í høvuðsvinnu okkara. 

——————–

Almenn tíðindi
Felagið Laksaskip havt aðalfund
Hósdagin í farnu viku varð aðalfundur hildin í Felagnum Laksaskip.

Á skránni var millum annað val av nevndarlimum. Úrslitið av hesum varð, at øll í nevndini vórðu afturvald. Hesi eru Anna Maria Simonsen, Poul Martin Rasmussen, Palli Simonsen, Hans Andrias Joensen og Niels Jacob T. Nielsen. Tiltakslimirnir, ið eru Per Simonsen og Karl Nielsen, vórðu eisini afturvaldir.
Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Niels Jacob T. Nielsen sum formanni, Poul Martin Rasmussen sum næstformanni og Onnu Mariu Simonsen sum kassameistara.