Venjarin hjá kvinnunum hjá Mjølnir, Ragnar í Haraldsstovu, letur væl at, tá vit biðja hann um at seta orð á stóru avbjóðingina leygardagin, tá Mjølnir møtir Dráttur í hálvfinaluni í Bónuskappingini
– “Vit eru væl fyri, haldi eg. Vit hava verið í einum góðum stima nú seinastu nógvu dystirnar, har tað hevur gingið ordiliga væl. Genturnar eru spentar, og eg haldi sum heild, at vit eru væl fyri. Vónirnar eru góðar, hóast vit spæla ímóti einum rættiliga sterkum Dráttaliði. Tær fingu tó eitt lítið “knekk” seinasta vikuskifti, meðan vit fingu ein ordiliga góðan sigur í hús, so eg trúgvi, at tað verður ein javnur og spennandi dystur”, sigur Ragnar í Haraldsstovu, venjari.
– “Eg vóni at nógv koma at hyggja, tí tað sóu vit til dystin seinasta vikuskifti, at áskoðararnir bóru tað seinasta heim fyri okkum. Tað er veruliga stuttligt at spæla við so góðum áskoðarum”, leggur Ragnar afturat.
Hálvfinalan millum kvinnurnar hjá Mjølni og Drátti verður leygardagin kl. 13:00 í Badmintonhøllini í Klaksvík.


