Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Ásmundur fekk eitt sera stórt síl

Oliver Joensen

Beint norðanfyri Akureyri við eitt lítið pláss, ið kallast Gásir, hava vit fiska tveir teir seinastu dagarnar. Nógvar bleikjur og fleiri góð síl eru komin upp á land. Veðrið hevur ikki verið so gott ídag, sum hinar dagarnar.

Sum sagt fekk Ásmundur eitt sera stórt síl, tað var 80 sentimetrar langt og 46 sentimetrar um miðjuna og vigaði 6 kilo, ella 12 pund.

Í kvøld hava vit rigga okkum til til heimtúrin. Vit hava keypt nakað av lomviga og ein íslendingur skal eisini roykja okkum sílini.

Í morgin verður heimreisudagur, vit fara at rudda av her vit hava búð nú í 8 dagar, og um miðdagsleitið fara vit at koyra ímóti Seyðisfjørðinum. Koyringin fer at taka okkum um fýra tímar.

Menn eru samdir um, at túrurin hevur verið “kanón” góður. 

Filmur tá sílið bleiv fingið. Trýst her