Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Asperger?

Norðlýsið

Áhugaverdur fundur í Ósaskúlanum um Asberger syndrom

Leygardagin 10. februar verður áhugaverdur fyrilestur við heitinum Et asperger barn i familien – berigelse eller afsavn? við donska sálarfrøðinginum Mette Wisborg frá Bornholm. Hon hevur 10 ára arbeiðsroyndir innan námsfrøðiligu og sálarfrøðiligu ráðgevingina, har hon serliga hevur arbeitt við børnum og ungum við breki innan autismubreiddarøkið t.d. aspergers syndrom. Eisini superviserar og undirvísir hon lærarum og pedagogum, eins og hon ráðgevur foreldrum. Mette Wisborg er ikki ókend við Føroyar, tí móðurættin er føroysk.



Fyrilesturin, sum er almennur og ókeypis, verður í Ósáskúlanum í Klaksvík klokkan 15.00 leygardagin tann 10. februar. Høvið verður eisini at seta spurningar.



LFA – Landsfelagið fyri fólk við autismu