Tá ið eg skal siga nakað um 10., so var hetta árið tað, ið mær dámdi best (gleddi meg mest til).
Tað var sera spennandi og mennandi, samstundis sum tað var sera hugnaligt og stuttligt. Nógvar góðar upplivingar, ið eg komi at minnast aftur á við gleði.
Eisini var hetta árið ein fyrireikingartíð til at skula fara víðari miðnámsvegin.
Árið gav nógvar møguleikar, her hugsað um skeiðini og onnur tiltøk, ið vit høvdu.
Tú arbeiðir heilt øðrvísi og tískil fært tú møguleikan at vera meira við í skúlaarbeiðinum.
Tú búnast og mennist sera nógv – eitt avbera gott ár við nógvum avbjóðandi møguleikum.




