Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Assist kongurin frá byrjan?

Jákup Ósá

Okkurt bendur á, at leikarin við klárt flest uppleggum í Effodeildini fær sín fyrsta veruliga møguleika á landsliðnum í morgin.

Sambært in.fo, sum hevur fylgt landsliðsvenjingunum seinastu dagarnar, so bendur okkurt á, at NSÍ vongurin Árni Frederiksberg fær møguleikan frá byrjan á vinstra kanti. Hann er leikarin í Effodeildini, sum hevur lagt upp til klárt flest mál í ár (flest ”assist”). 18 ferðir hevur hann átt næst seinasta fótin á einum NSÍ máli og við uppleggum hevur hann verið støðugur seinastu fýra árini umframt at hann eisini skorar nógv mál. Norðlýsið gitti annars frammanundan nakrari venjing, at tað bleiv Kaj Leo í Bartalsstovu, sum fór at byrja á vinstra kanti, men hetta tykist nú meira óvist. Annars tykist Sølvi Vatnhamar at blíva klárur til dystin. Á øðrum plássum verður neyvan nakað óvæntað navn.

Uppstillingin verðyr tí hendan: Gunnar Nielsen, Bárður Hansen, Atli Gregersen, Sonni Ragnar Nattestad, Viljormur Davidsen, Fróði Benjaminsen, Brandur H. Olsen, Hallur Hansson, Sølvi Vatnhamar, Jóan Símun Edmundsson, Árni Frederiksberg.

Føroyar og Ungarn spæla á Tórsvølli týskvøldið kl. 19.45

Mynd: Álvur Haraldsen