Premier League: Liverpool snávaði fyri aðru ferð í ár, hóast tað bert eru spæld 4 umfør. Liverpool tapti 0-1 á heimavølli ímóti Aston Villa.
Premier League: Liverpool snávaði fyri aðru ferð í ár, hóast tað bert eru spæld 4 umfør. Liverpool tapti 0-1 á heimavølli ímóti Aston Villa.
Liverpool hevði trupult við at skapa nakað í dag. Og tá ið Aston Villa verjan stóð so væl, sum hon gjørdi í dag, so var ikki undarligt, at úrslitið endaði soleiðis. – Tað vóru nógv nýggj andlit í Liverpool troyggjunum, og enn mangla hesir, at finna stevið í Liverpool.
Aston Villa legði betri út. Og í hesi góðu løtuni í byrjanini fingu teir eisini nakað burturúr. Eftir eitt hornaspark, gjørdist eitt sindur av trunkaspæli í feltinum og endin var, at Agbonlahor fekk prikað bóltin inn um strikuna.
Spakuliga tók Liverpool yvir, men kjansirnir vóru ikki nógvir. – Í seinna hálvleiki kom m.a. Rahem Sterling inn, og tá byrjaði at líkjast eitt sindur hjá Liverpool. Men Aston Villa leikararnir stríddust mannliga og hetta gjørdi, at teir hálaðu ein sigur heimaftur úr Liverpool.
Úrslit í dag:
Arsenal – Manchester City 2-2
Chelsea – Swansea 4-2
Crystal Palace – Burnley 0-0
Southampton – Newcastle 4-0
Stoke – Leicester 0-1
Sunderland – Tottenham 2-2
West Bromwich – Everton 0-2
Liverpool – Aston Villa 0-1




