Fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum eydnaðist tað Aston Villa at vinna ein dyst. Aston Villa hevði annars ikki vunnið síðani fyrsta umfar í Premier League. Manchester snávaði aftur og West Ham vann ein vakran sigur.
Fyri aðru ferð í hesum kappingarárinum eydnaðist tað Aston Villa at vinna ein dyst. Aston Villa hevði annars ikki vunnið síðani fyrsta umfar í Premier League. Manchester snávaði aftur og West Ham vann ein vakran sigur.
Tað mest óvæntaða úrslitið í gjár mann vera heimasigur hjá Aston Villa á Crystal Palace. Tað, sum undraði hyggjaran í gjár, var at úrslitið í roynd og veru var uppiborið og at Aston Villa spældi væl, als ikki sum eitt botnlið.
Manchester United leikti 3-3 á útivølli í móti Newcastle. Her var Wayne Rooney eyðsýndur við tveimum málum og einum góðum uppleggi. Men hóast United kom á odda 2-0 og 3-2, megnaði Newcastle at stríða seg til ein javnleik í síðstu løtu.
Bournemouth førdi mesta partin av dystinum, men um hálvan seinna hálvleik kom West Ham í gongd við m.a. tveimum sera vøkrum frísparksmálum frá ávikavist Dimitri Payet og Enner Valencia, sum eisini skoraði triðja og seinasta málið í dystinum.
Úrslit frá byrjanini av 21. umfar í Premier League:
AFC Bournemouth – West Ham 1-3
Aston Villa – Crystal Palace 1-0
Newcastle – Manchester United 3-3
Í kvøld eru hesir dystir í 21. umfari:
Chelsea – West Bromwich Albion, 19.45
Manchester City – Everton, 19.45
Southampton – Watford, 19.45
Stoke City – Norwich City, 19.45
Swansea City – Sunderland, 19.45
Liverpool – Arsenal, 20.00
Tottenham – Leicester City, 20.00




