Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Astri Luihn soloframsýning í Washington DC

Oliver Joensen

Listakvinnan Astri Luihn úr Havn hevur framsýning á Carnegie Institute í Washington DC. Framsýningin letur upp 20. oktober.

Fyriskipararnir hava givið framsýningini heitið Atlantic Energy and Life og gera nógv burtur úr tiltakinum við tveimum stórum plakatum við myndum og tekstum um Astri og list hennara.

Í somu vikuna er altjóða ráðstevna við luttakarum úr mongum londum. Ráðstevnuheitið er Health – Energy – Global Impact. Astri Luihn er í tí sambandi vald til Science Week Artist 2008, og tvey listaverk hjá Astri eru vald at lýsa temað á ráðstevnuni.

Í grundgevingini fyri at velja Astri Luih skriva fyrireikararnir m.a.:

“Fuglarøkurnar eru symbolskt umboðandi okkara mentan og náttúru, ið vit mugu fara um við varsemi og umhugsni. Við hesum sum grundarlag skapar Astri Luihn eitt universelt aspekt um náttúruna, har fortreytirnar fyri lív eru samstarv og javnvág millum hitt jaliga og hitt neiliga – millum náttúruna og menniskjað. Ansurin hjá listakvinnuni fyri mótsetningunum í samljóðinum í heiminum endurspeglast í myndum hennara har svart og hvítt, ljós og myrkur renna saman í hugtakandi ljósi og estetiskum vakurleika.

Lívið á fuglarókunum fram við Atlants strendur hóskar sera væl at umboða samstarvið tvørtur um havið og tey víðfevnandi temu á Science Week 2008: Heilsa – Orka – Globalt árin.”

Astri hevur havt eitt sera virkið ár í 2008. Hon hevur sýnt fram á listasøvnum í Noreg, Íslandi, Finnlandi, Eysturríki og nú seinast við soloframsýning í USA. Hon telist millum tey heilt fáu føroysku listafólkini, hvørs verk vekja ans uttan fyri Føroyar og Danmark.