Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Astrid í Garði 100 ár

Jóhann Lützen

Leygardagin 27 mai, verður Astrid Joensen (Astrid í Garði) á Eiði 100 ár. – Føðingardagurin verður hildin sama dag í Hólmahúsinum, frá kl 14:00 til 18:00 – Øll eru hjartaliga vælkomin.

 

 

Astrid er fødd og uppvaksin á Eiði. Hon giftist við Andreas Joensen (vanliga nevndur Andreas í Velinum) frá Haldarsvík, hann doyði 16 Februar 2005. –  Tey fingu 5 børn.

Astrid er bóndadóttir. Foreldrini vóru: Olaf Ellingsgaard (Olaf í Garði) og Sigrid Ellingsgaard, fødd Eidesgaard.

Tey vóru 7 systkin. Óluva – Pedda (Jóan Petur) – Lydia – Astrid – Tvíburarnir Hans Olaf og Jørgin – Andrew.

Í dag eru tað Astrid og Andrew sum eru eftir á lívi. Andrew verður 91ár 30 mai.

Astrid búði heima til hon var 98 ár. Og býr nú á Korndalsbýlinum á Eiði.

Hon er væl fyri, og fylgir við í øllum. Minni hevur hon sum fáur.