Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

At bondini ikki fara at rubba tykkum

Johannes M.Olsen

Sum so mangan var støðan vánalig í Ísrael. Ár 733 kom ein tjóðarkreppa í landinum har Jesaja profetur grípur inn við síni trúgv og boðskapi til kongin og fólki.

Sum so mangan var støðan vánalig í Ísrael. Ár 733 kom ein tjóðarkreppa í landinum har Jesaja profetur grípur inn við síni trúgv og boðskapi til kongin og fólki.

Mótsætt okkara heimsparti, har man hevur og arbeiðir uppá at forbjóða talu um átrúna í sokallaða almenna rúmunum, so kunnu vit lesa um, at so var ikki hjá profetunum, teir atskildu ikki hesi bæði ting. Fyri teimum snýr tað ikki bert um “religión” men um tann livandi Guð og harradømi hansara tí tað hevur viðatgera alt tað verðunliga lívið.

Í ár 735 var ungi Akaz vorðin kongur í Jerusalem og brátt stóð hann yvir fyri eini torførari avger. Tað var kongurin í Damaskus (núverðandi brennpunkt) sum vildi hava kongin í Jerusalem og í Ísrael uppí eina samgongu at seta seg upp í móti mikla veldinum Assyrien.

Men Akaz kongur vildi ikki hetta og tí fóru hinir báðir sameindu ímóti Jerusalem fyri at avseta hann og seta ein ókendan sýrar á trónu Dávids. Tá íð hesi tíðindi spurgdust í Jerusalem bilaði hugur hjá kongi og fólki. Nú vóru góð ráð dýr, og í ráðvillu sendi kongur eina sendinevnd til assyrar kongin við sylvuri og gulli heinta úr templinum og bað hann eymýkt um hjálp.

Ein dagin kong Akaz er uttanfyri staddur við tí fyri eyga, at kanna vatnleiðingina til býðin, sum hann kundi vænta bleiv umringaður, uppsøkir Jesajas profetur kongin og biður hann ansað sær hvat í hann ætlar og halda seg í ró. Kongur skal ikki óttast fyri kongunum, sum koma ímóti honum og hótta hann,sigur Jesaja við óreingjandi sannføring váttar hann, at tað, sum hesir báðir kongar hava í hyggju ikki ferð at henda.

Orsøkin til at onki skal henda av hesi ráðager, liggur hjá Jesaja í, at tað høvur í úttonkt hetta hevur bert eru tvey menniskir. Tað kundi bert blíva til verðunleika, um tað var komi frá Guðs tanka, frá honum sum høvður, tí hann stýrir søguni og ikki uppblást menniskir.

Hjá Esajas er spurningurin um kongurin vil leita sær trygd hjá verðsligu megini ella hjá Harranum. Ferð Juda, Jerusalem til grundar er orsøkin ikki fýggjindin í hóttir, men haraftrurímóti ótrúðskapur í móti Guði. Við einum orðaspæli leggur profeturin afturat:” Eru tit ikki trúgvandi blíva tit ikki búgvandi”.

Beint sum eg hugsaði um hetta omanfyri umrødda, kemur sjónvarpi við eini føroyskari samrøðu við EU Fiskikommiserin um atger hennara ímóti føroyingum. Samtíðis renna orð profetins mær til hugs, tá íð hann líkasum samanumtyki sigur, eftir at straffin og náði útvegurin klárt eru framførd:” Lætti nú av spottan, so bondini ikki fara at rubba tykkum, tí at frá Harranum drotti herliðana hoyrdi eg, at landi alt er vísari avoyðing ætla”

At fylgjunar av enn strammari bondum frá risaveldinum fyri sunnan, kunnu koma til at kennast avoyðandi fyri minsta strandalandi er ikki torført at hugsa sær.Men sum ein elli gamal norðmaður bar fram á dekkinum árenn lagt var til kaj eftir royndartúr við ein av fyrstu nýggju línibátunum okkara bygdur í Noreg, har stóðu 150 fólk á dekkin hetta fagra kvøld, eg minnis eldri maðurin var hjálptur upp á lúkuna, har hann tók at takka fyri túrin og fyri at bera eitt fyri honum ógloymandi minni um føroyingar fram við hetta høvið, og tað var frá tá íð hann sum ungur fiskimaður, fyrstu ferð um páskirnar á suðurlandinum, kom

uppá dekki og sá føroysku skipini á bankanum frá morgunstundini við flagginum á hálvari stong Langafríggjadag og

fullari stong Páskamorgun, øll lógu still tað var onki virksemi á dekkinum hesar dagar, haraftruímót hoyrdist takkarsongur hjá nógvum upp í gjøgnum kapparnar.

Hesar manningar og teir á landi hava bygt og lagt lunnar undir núverðandi virksemi á sjógv og landi her á klettunum í dag. Vit eiga at møta við fríðmóð til eitt og hvørt samráðingarborð við uppreistari pannu, men í eymýkt, sum eitt fólk í aðrar okkara skapara og Harra, sum alt meira er og verður burturvístur í londunum uttan um okkum.

Johannes M.Olsen