Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

At eiga skip skal ikki verða eitt krav fyri at ogna sær fiskiloyvi

John William Joensen

Formaðurin í Framsókn sigur at verður lógin um vinnuligan fiskiskap ikki broytt grundleggjandi, gevur tað onga meining at hava eina uppboðssølu av fiskiloyvum. Fiskirættindi í Føroyum eru nú á so fáum hondum, at ein uppboðssøla ikki kemur at virka. Tey sum sita á fiskirættindunum í kunnu bara avtala sína millum prísir og hava ongan áhuga í at fiskaprísirnir eru í kapping.

Formaðurin í Framsókn sigur at verður lógin um vinnuligan fiskiskap ikki broytt grundleggjandi, gevur tað onga meining at hava eina uppboðssølu av fiskiloyvum. Fiskirættindi í Føroyum eru nú á so fáum hondum, at ein uppboðssøla ikki kemur at virka. Tey sum sita á fiskirættindunum í kunnu bara avtala sína millum prísir og hava ongan áhuga í at fiskaprísirnir eru í kapping.

Samrøða við formannin í Framsókn:

Treytin fyri eini uppboðssølu er, at so nógv sum gjørligt sleppa at bjóða og at útbjóða verður út í minni nøgdum eisini. Vit tosa um fiskiveiðu grunda á virðisøking og ikki bara stórar nøgdir.

Skipanin eigur at broytast soleiðis, at hon byggir á tvær súlur. Ein sum umfatar keyp av fiskiloyvum og ein um at avreiða og selja fiskin.

At keypa fiskiloyvir kunnu øll gera – treytin er bara at tað eru føroyingar og føroysk góðkend skip og sáttmálar, sum eru galdandi. Tað eigur at vera loyvi at leiga skip og flagga tey inn í føroyska flotan – hetta gera tey – sum eiga rættindini – longu í dag.

Tað snýr seg reint út sagt bara um at fáa fiskin til høldar uppá skilabesta mátan. Vit skulu bara minnast til at øll veiða má verða lívfrøðiliga grunda. Skipanin skal umfata øll rættindi føroyinga hava – bæði í heima og uttanlands.

Allur fiskur skal umvegis føroyskan bryggjukant og seljast um góðkenda uppboðssølu. Øll kunnu bjóða eisini útlendskir fiskakeyparar.

Tilfeingisgjaldið skal verða tikið í fyrsta liðinum og umfata allan fisk. Tilfeingisgjaldið má verða grunda á hvussu marknaðurin er og IKKI á hvat landskassin hevur brúk fyri í pengum.

Hann leggur afturat at í løtuni blokerar samgongan fyri einum opnum orðaskifti um framtíðar fiskivinnupolitikkin. Í hvussu so er verður tað ein vanlukka fyri Føroyar um Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin fara í – besta Puttin stíli- at luta fiskirættindi til tey sum hesir finna fyri gott. Hetta er tað sum fyrigongur í dag.

Vit eiga at síggja álvaran og avleiðingarnar av at nøkur fá føroysk/hálendsk/íslendsk reiðaríir, bara við at gjalda nóg mikið í landskassan, koma at eiga og stjórna allari framtíð føroyinga.

Eg ivist ikki eina løtu í, at vit eiga nógvar góðar menn, sum gjarna vilja royna seg, tað er bara ein spurningur um álit og geva teimum loyvi at sleppa framat – sigur Poul Michelsen.