Tað er einki at taka seg aftur í, at síðani býargartnari varð settur í Klaksvík og umhvørvið er gjørt hugnaligari, eru tey alsamt fleiri, ið leita sær út í náttúruna at ganga.
Ein gongutúrur er altíð av tí góða. Síðani vit fingu býargartnara í Klaksvík er nærumhvørvið hjá okkum sum her búgva vorðið alsamt vakrari og sigast skal eisini, at sitandi býráð hevur gjørt sera nógv fyri at fríðka um gongubreytir og annað inni í býnum.
Hetta hevur við sær, at fólk eisini leita sær longur út í náttúruna. Vegurin niðan á Háls verður sera nógv brúktur til gongutúrar, eins og Grøvin verður nógv vitjað.
Hóast vit í Klaksvík enn sakna eitt gongufelag, so má sigast, at fólkið her gongur nógv. Sunnumorgun úti í Grøv, er yvirskrivtin til hesa myndina.




