Valið er farið aftur um og gerandisdagurin er komin. Havi ikki gloymt tykkum og tey vallyfti eg og Javnaðarflokkurin góvu undir valstríðnum. Í einum valstríði kann skjótt enda við, at ein lovar meiri enn ein kann halda, eftir at valstríðið er av. Í mínum valstríði royndi eg, at ikki lova meir enn eg kann halda. Útlitini fyri at vallyftini verða útint eru góð, og síggjast aftur í yvirskipaða samgonguskjalinum.
Í samgonguskjalinum undirskrivað 9. november 2016 hava vit fingið staðsett tað, sum vit meta er so týdningarmikið fyri borgaran og fyri Klaksvíkar kommunu.
Tað er við góðum treysti, at flokkarnir eru samdir um at fara í samstarv komandi fýra árini. Lunnar eru lagdir fyri menning og vøkstri, og vilja flokkarnir halda kósina og gera raðfestingar, ið styrkja kommununa í komandi tíðum.
Umráðandi er, at komandi tíðarskeið verður brúkt til at fríðka um býin og gera arbeiðini, sum eru í gongd, liðug.
Vinnu- og havnaøkið verður uppraðfest, so vinnufyritøkur altíð velja Klaksvík.
Mentan og ítróttur eru grundarlagið fyri trivnaði, og vilja vit halda fast við tær spennandi verkætlanir, sum liggja fyri framman.
Semja er um at virka fyri bestu kørmum til vøkstur, og tí verður raðfest at betra um dagstovnaøkið, grundstykkir til familjuna og breiðari úrval av íbúðum.
Somuleiðis vilja flokkarnir byggja víðari á gjørdu ætlanirnar, samskipa og betra heilsutænastuna og eldraøkið í Norðoyggjum.
Flokkarnir eru samdir um, at nú býurin er í stórari menning, er umráðandi at raðfesta íløgur, rakstur, viðlíkahald og onnur átøk í eina langtíðarætlan, har hædd verður tikið fyri skynsamari fíggjarstýring.
Borgarin verður settur í fokus. Og bygdur verður karmur um trivnað og samanhald.
Eg takki tykkum øllum fyri stuðulin tit vístu Javnaðarflokkinum, og fyri stuðulin sum tit vístu mær persónliga. Túsund takk fyri stuðulin!
Signhild V. Johannesen, valevni Javnaðarfloksins.




