Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

At Jákup er komin, og Todi nú kemur aftur til KÍ er: Eitt tekin um støddina, søguna og sterku røturnar hjá KÍ

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

At Todi Jónsson – føroya fremsti fótbóltsspælari nakrantíð – nú velur at koma heim at hjálpa KÍ, har Jákup Mikkelsen frammanundan longu er heimkomin, er eitt sjónligt tekin um, at blóð er tjykri enn vatn – hóast alt – felagskenslan er framvegis sterk í KÍ.

Tað fløvaði tey mongu KÍ-hjørtuni, tá ið tað frættist, at Todi Jónsson – eftir so mong ár uttanlands sum okkara fremsti fótbóltsleikari – hevur so sterkar kenslur fyri Klaksvík og KÍ, at hann nú ynskir at koma heim at hjálpa felagnum í stríðnum at umgangast niðurflyting úr Vodafone-deildini.

Hetta vísir, at framvegis eru røturnar hjá Klaksvíkar Ítróttarfelag sterkar og sunnar.

Tað er í mótgongd, at tú sannar, hvørjir tínir sonnu stuðlar og vinir eru.

Sum miðil hava vit í eina tíð frætt um, at Todi fyri nøkrum vikum síðan segði seg verða sinnaðan at koma heima at hjálpa KÍ, men tíverri hava reglur hjá FSF gjørt tað ómøguligt at gjøgnumført heimkomuna, áðrenn flytingarvindeygað lat upp.
Tað kann undra, at hetta ikki hevur latið seg gjørt, tí Todi hevur jú ikki spælt við nøkrum felag í rúma tíð, men soleiðis eru reglurnar, og tí hevur hetta ikki latið seg gjørt fyrr enn nú – nú vindeygað er opið.

Men gott er tað, at hann kemur, Todi, tí hóast gongdin er vend hesar seinastu dystirnar, so er eingin ivi um, at okkara ungu leikarum tørvar alla ta hjálp og stuðul, sum teir kunnu fáa, bæði á og av vøllinum, og her er Todi ein fongur, bæði so og so.

Stuttligt og hugaligt er tað eisini, at vit nú koma at hava tveir teir fremstu føroysku fótbóltsspælararnar í Føroyum nakrantíð – Toda Jónsson og Jákup Mikkelsen – á sama KÍ-liði.

Saman munnu hesir báðir, saman við Jan, Heðini og Allani v.m., fara at dugna okkara ungu leikarum sera væl – eingin ivi um tað.

KOYR Á KÍ !!!!!!!!!