– Kári á Rógvi løgtingsmaður
Danir hava sent út á grønlendska marknaðin turrisliga, legalistiska endurinnspæling av heimastýrislógini og øðrum ómegðarlógum við djúpum miðveldisrútmum og burturframleiddum ivamálum. Føroyar eru óneyðuga við á uttanríkispolitiska svanasanginum.
Donsk Sjálvstýrislóg
Í fleiri ár hava danski og grønlendskir tingmenn sitið og viðgjørt eina lóg, ið skal koma í staðin fyri grønlendsku heimastýrislógina.
At ráðgeva sær valdi henda nevnd bólk av donskum embætismonnum, ið annars hava fast starv at ráðgeva donsku stjórnini um hennara áhugamál – vitandi fólk, ja, men kanska eitt pinkuvet ógegnig. Henda sonevnda sjálvstýrisnevnd hevur loksins gjørt eitt uppskot, og longu er kunngjørt, at uppskotið verður samtykt á fólkaatkvøðu í heyst.
Nú hava serliga javnaðarmenn dottið um hvør annan at siga, at vit ikki mugu leggja okkum út í grønlendsk viðurskifti.
Til tess er at siga, at skyldan at virða onnur eyðvitað ikki bert merkir at lata tey hava frið, uttan eisini at rætta bøtandi hond eins og stuðlandi ráð. Allur uttanríkispolitikkur er at blanda seg uppí viðurskifti hjá øðrum, men hetta ber til at gera við fyriliti og virðing.
Skulu vit kalla okkum brøður og vinir hjá grønlendingum, mugu vit vísa á, at nýggja Sjálvstýrislógin er “Heimastýri Light” – við nógvum løgnum brekum og lýtum, t.d.:
• Sagt verður í inngangi, at grønlendingar hava sjálvsavgerðarrætt, men eisini (aftast í lógini) at teir kunnu ikki loysa frá Danmark uttan samtykki á fólkatingi.
• Sagt verður, at Grønland kann gera altjóða avtalur í egnum navni, men ikki tá ið “stjórnarstøðan” forðar tí – tvs. tá ið danskir juristar eru bangnir fyri fordøminum.
• Sagt verður, at Grønlendingar eiga undirgrundina, men danir kunnu mótrokna grønlendska olju í blokkinum og síðan “endursamráðast” um framtíðar býtið av ráðevnisinntøku.
• Meðan føroyingar eftir sína heimastýrislóg skilja ímillum felagsmál og sermál, so verður í hesi grønlendsku talað um “ríkismál,” hvør skal siga “donsk mál.”
Tilsipingar til Føroya og føroysku støðuna eru at finna fleiri hundrað ferðir, meðan bert einstakar umrøður eru av Íslandi, ið var nógv meiri viðkomandi at bera saman við, um talan veruliga var um sjálvstýrislóg í orðsins rætta týdningi.
Føroya støða til fólkaatkvøðu
Harmiliga støðan er nú, at grønlendingar skulu atkvøða á fólkaatkvøðu, á nakað sama hátt sum vit kenna úr ES, nevniliga at siga “ja og amen” til uppskot, ið øll politiska skipanin longu hevur tikið undir við. Men hvør veit, kanska teir sum írar, frakkar, niðurlendingar – og enntá danir – fyrr hava gjørt, fara at atkvøða nei – og vísa hvør ræður.
Hetta sigi eg sjálvsagt uttan at vilja leggja meg út í grønlendsk viðurskifti, í øllum førum ikki meira enn danir hava lagt seg út í føroysk og grønlendsk viðurskifti seinastu øldirnar.
Vandamálið fyri Føroyar er í stuttum, at møguleikar og mannagongdir verða skeivt lýstir ella ásettar í álitinum og í uppskotinum frá hesi donsk-grønlendsku nevndini. Uppskotið er nógv verri enn tær tíverri staðfestu heimildarlógirnar.
Henda sokallaða sjálvstýrislóg leggur upp til, at Grønland og Føroya skulu saman vera limir í altjóða felagskapum, men bert tá ið talan er um “fult yvirtikin” málsøki. Danmark skal í flestu førum vera limur okkara alra vegna.
Tá ið ræður um at vinna londunum báðum altjóða limaskap í egnum navni, verður staðfest, at Danmark hevur ikki skyldu at stuðla slíkum, men kann beinleiðis forða, um “stjórnarstøðan er ósambærlig” – og annars ber slíkt bert til, um “onnur enn statir” eru við.
Staðfest verður, at løgna hugtakið “Kongeriget Danmark for så vidt angår Færøerne og Grønland” skal brúkast í avtalum við lond og felagsskapir, tá ið vit allernådigst fáa felags limaskap.
Umframt alt annað merkiligt í hesum máli, er serliga løgið, at grønlendsk og føroysk tingfólk, fakfólk, embætisfólk og almenningur ikki hava hitst í hesi tilgongd. Stórur ómakur er gjørdur at nevna grønlenskar stovnar við rætta navni á inuit-máli, men okkara stovnar verða bert nevndir á donskum; í sjálvur sær ikki ringasta brotið, men ber boð um, hvør hevur ført pennin.
Verður henda skipan samtykt, verður heilt vist brúkt ímóti okkum, at fólkatingið, landstingið og enntá grønlendska fólkið jú hava staðfest, at ytru mørkini í ríkinum eru hesi og hesi – tí kunnu føroyingar ikki krevja nakað meira.
Mín vón skal vera, at grønlendingar byrja tilgongdina av nýggjum.
Herfyri var stórfingin ráðstevna, ið útnorðurráðið skipaði fyri um trygd á sjónum – vit grønlendingar og íslendingar áttu at havt líknandi ráðstevnu um sjálvstýri, eisini við praktiskum venjingum.




