Sjálvandi skal ansast eftir, at fíggjarlógin veksur ikki ótálmað, men ofta verða íløgur, sum høvdu gagnað komandi fíggjarlógum, spardar burtur.
Eitt dømi um hettar er nólsoyarferjan, sum varð strikað á fíggjarlógini fyri 2016. Tí nú hoyrist, at Strandferðslan leitar eftir skipi, at seta inn á sandoyarleiðina afturat Teistanum um summarið.
Trupulleikin um skopunarfjørð er longu har, og fer bara at vaksa, so hvørt tunnilin nærkast, og tá ið tunnilsarbeiðið veruliga fer í gongd, verður helst brúk fyri eyka skipi um veturin eisini.
Varð nólsoyarferjuna ikki strikað á fíggjarlógini fyri 2016, hevði hon kanska verið klár til sigling á sumri í 2017, og Ternan kundi so hjálpt Teistanum um Skopunarfjørð sumrini 2017, 2018, 2019, 2020, og 2021, tá ið tunnilin væntandi verður liðugur.
Allarhelst verður brúk fyri eyka skipi um veturin eisini, tá ið tunnilsarbeiðið er byrja. Ternan kann ikki sigla um Skopunarfjørð á vetri, men tað hevði nýggja nólsoyarferjan kunnað, og tað hevði helst eisini verið meira hóskandi við einum minni skipi afturat Teistanum um veturin.
At leiga skip, sum er egnað til skopunarleiðina, í 5 summur og kanska tveir ella tríggjar vetrar afturat, er ikki nøkur løtt uppgáva, tí trupult er at fáa hendur á egnaðum skipi.
Samtíðis leitar Strandferðslan eftir øðrum skipi, líknandi Jósup, at brúka sum avloysaraskip, tá ið okkurt av hinum er á beding.
Hesum trupulleikum hjá Strandferðsluni og øktum útreiðslum á komandi fimm fíggjarlógum kundi verið sloppið undan, um nólsoyarferjan var ikki spard burtur.
Thormund Johannesen
Skipsverkfrøðingur




