Tað man vera hugstoytt hjá mongum norðoyingi og klaksvíkingi at hoyra kjakið um Suðuroynna nú, tá vinnulívið í Norðoyggjum verður lagt undir at hava fingið hópin av almennum peningi.
Tá kreppan rakti her í 90-unum, var tað als ikki Føroyagrunnurin ella landskassin sum bjargaði nøkrum sum helst her, men áræði og virkisfýsni hjá fólkinum, ið her býr.
Tey, sum seta seg eitt sindur inn í málið, ella sum heilt einfalt minnast aftur í 90-ini vita, at tað av fyrstan tíð var Klaksvíkar Kommuna, sum tók initiativ til at seta ein bólk at vita, um vit ikki kundu fáa kósavirkið aftur ígongd.
Og væl bar til. Jóhan Páll Joensen, Norðoya Sparikassi, Niclas Johannesen og síðani Arbeiðiskvinnufelagið, skiparar, maskinmeistarar nærumhvørt húsarhald í Klaksvík komu aftaná og settu pening í, soleiðis at virkið kundi fara ígongd aftur. Tað kom ikki ein króna úr landskassanum ella Føroyagrunninum, fyri at endurreisa vinnulívið í Klaksvík.
Og kreppan var djúp í Norðoyggjum tá. Nú verður tosað um at 14% eru arbeiðisleys í Suðuroynni. Í kreppuárinum í Norðoyggjum vóru 23% arbeiðisleys.
Søgan um Føroyagrunnin frá 1971 er ein heilt onnur søga og peningurin sum tá var settur í Føroyagrunnin hevði heldur einki við pening úr landskassan at gera og er ein søga fyri seg, sum ikki skal komast inná her. Tó skal nevnast at Kjølbro hevði um 950 fólk í arbeiði tá og átti umleið 40% av føroyska útflutninginum, so talan var ikki bert um eitt "lokalt flakavirki".
Tá tað í fimmaranum hjá útvarpinum ferð aftana ferð varð sagt at tað almenna bjargaði Klaksvíkini, so er hetta blóð skeivt.
Menninir við besta skilinum í kjakinum hjá útvarpinum í fimmaranum mikudagin vóru Jákup Vestergaard og Rúni Lisberg. Tað er givið, at eitt samanhald í Suðuroynni er av alstórum týdningi fyri oynna.
Tá Klaksvíkin fór undir at loysa sínar trupulleikar í 90-unum, høvdu vit eitt kommunustýri til útivið 5000 fólk, ella á leið tað sama fólkatalið, sum er í Suðuroynni ídag. Og tað er klárt at tað má vera lættari hjá einum øki við einari leiðslu at draga somu línu.
Í Suðuroynni ræður um at skapa arbeiðispláss í oynni og ikki endiliga hvar í oynni.
Tað er hugaligt at fokus nú er sett á Suðuroynna og fyri okkum á Norðlýsinum er tað sera hugaligt at síggja, at Suðurrás sær út til at mennast í øllum meldrinum. Tað er onki at ivast í, at ein miðil í suðuroynni kann gera sítt til samanhald í oynni um rætt verður atborið og ikki minst kann ein slíkur miðil vera við til at krevja tað, suðuroyingum tilhoyrir av samfelagskøkuni.
Suðuroyggin skal sjálvandi hava sín part av almennu køkuni, men tað er uppaftur meira umráðandi at privata vinnulívið fæst aftur at virka.
Góða eydnu suðuroyingar.




