Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

At tær koma sær

John William Joensen

Á forsíðuni á Norðlýsinum sum kom út í vikuni stóð mynd av tveimun damun sum bjóða seg fram at stýra Klaksvíkar Kommunu onnur tosar um fíggjarpolitikk hin um uriaspost. Hesar kvinnur eru Óluva Klettskarð fyri Tjóveldi og Eyðgunn Samuelsen fyri javnarflokkin.

Eg spyrji bara hvussu frekur kan man verða, og hvussu býttur heldur man veljaran vera ?.

Tað er ikki meira enn tveir og ein hálvur mánaði síðani hesar kvinnur bardust sum úlvur á skóg í lógtinginum saman við akademikarunum í Havn, fyri at taka alt tað fíggjarliga grundarlagið undan okkara kommunu. Høvdu tær makt sum tær høvd akt var allur línuflotin liðugur við sínar dagar undir Føroyum á jólum 2008, og var lagdur við kaj til 1 septembur 2009.

Tá hevði veri svangligt í mongun heimi í Klaksvíkar Kommunu, og tá kundi man snakka um uriaspost at stýrt Kommununi.

Men Gud havi lov hevði tjóveldið og javnaðarflokkurin menn sum bjárgaðu okkum undan dárskapinum frá hesum kvinnum. Og skal Heini í Kunoy og Gerhard Lognberg hava stóra tøkk fyri tað.

Eg ætli mær ikki at agitera fyri nøkrum, men heita á fólk um at velja kvinnur og men sum vilja arbeiða fyri okkara kommunu, og ikki sum hesar kvinnur brúka kommunuvalið sum lopfjøl til at sleppa í lógtingið at sita, fyri síðan saman við sínum líkum at stinga okkum í riggin sum eftir førimuni royna at skapa nakað fyri hetta økið.

Klaksvík
3. novembur 2008

Grímur Lassen