icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

At tosað sama mál er fortreytin fyri einari semju um fiskivinnunýskipan

John William Joensen

Politisku flokkarnir ætlað at nøkur fá skulu gerast ríkari meðan tey flestu einki fáa er reyði tráðurin í kjakinum, eftir at Kringvarpið í sending mánakvøldi, har høvuðstilfarið í sendingini varð prenta frammanundan í Sosialinum mánamorgunin, setti fokus á politisku samráðingarnar um framtíðar fiskivinnupolitikkin

Politisku flokkarnir ætlað at nøkur fá skulu gerast ríkari meðan tey flestu einki fáa er reyði tráðurin í kjakinum, eftir at Kringvarpið í sending mánakvøldi, har høvuðstilfarið í sendingini varð prenta frammanundan í Sosialinum mánamorgunin, setti fokus á politisku samráðingarnar um framtíðar fiskivinnupolitikkin

Kringvarpið hevði útvalt bandittar sum teskaðu á afturlatnum fundum og hetjur sum talaðu hart vegna fólki og uttan egin áhugamál.

Øðrandi samanteljingar við myndum av fiskimonnum í góðum umstøðum umborð á nýggjastu skipunum skuldi skapa max øsing, men gagnaði hyggjaranum líka líti sum at fáa upplýst at hetta stutta tíðarskeiði makrel fiskiskapurin av álvara er komin í føroyskan sjógv, hevur Kringvarp Føroya kosta húsarhaldunum millum hálva og eina milliard kr..

Grundleggjandi spurningurin er hvat føroyska samfelagið fær burtur úr fiskivinnuni og svarið til hendan spurningin er ikki so einfalt sum at selja alt fiskatilfeingið á eini uppboðssølu til hægstbjóðandi.

Ynskja føroyingar eina vælvirkandi fiskivinnu er neyðugt við tryggum kørmum og teir eru ikki at finna í eini rullandi uppboðssølu hvørt ár ella 5. hvørt ár.

Tað er ørkymlandi fyri veiðumenn og tey, sum liva av og í vinnuni at upplivað hvussu grunn og akademiskt viðgerin er av hesum álvarsmálið, serliga í KVF.  Umboðsmenn fyri bíliga útlendska arbeiðsmegi verða nú lýstir sum hetjur tí teir kunnu rinda landskassanum ein kekk fyri at fáa fatur á tilfeinginum sum svimur í havinum. Somu menn sum stóðu á odda fyri ódámligu korunum umborð á Lafayette sleppa uttan mótsøgn at lýsa tað sum fór fram á feltinum kring- og umborð á hesum trælaskipið sum eina sólskinsøgu???

Samstundis verða føroysk vinnulívsfólk og fiskimenn, sum liva og virka bundnir av føstum avtalum sum eru reguleraðar við sáttmálum millum reiðarar og fiskimannafeløg, lýstir sum pamparar og feitir kvotabarónar.

Vit hava seinastu árini endiliga fingið stórar føroyskar vinnutøkur sum megna nakað við egnum mátti og sum við egnari fíggjarligari styrki hava bygt skip og virkir og skapt nýggj arbeiðspláss. Hóast hesar fyritøkur í føroyskum høpi eru sterkar, so eri tær lítlar í mun til útlendsku risarnar, sum umvegis almanna kringvarpið royna at geva fólki tað fatan at ein uppboðssøla av fiskatilfeinginum, sum ikki verður brúkt nakrastaðni í heiminum, er lykilin til at stættar munurin millum føroyingar ferð at minkað.

Vilja vit hava eina veruliga fræsa menning av føroyska samfelagnum so lat føroyingar eiga og virkað fiskatilfeingið, tí tann dag vit hava selt útlendingum fiskin, og føroyingar ikki longur hava vitan og royndir til at reka fiskivinnu, verða Føroyar ein útoyggj í Atlantshavið har føroyingar búsitandi í grannalondum vitjað um summari og heysti.

Spurningurin politiska skipanin má svara er hvat samfelagið fær burtur úr. Tað eru politikararnir sum hava skyldu til at gera eina skipan har tað ber til hjá føroyskum fiskimonnum, vinnuni o.ø. at virðisøkja tilfeingið so at úrslitið verður at vit sum samfelag fáa sum mest burtur úr.

Í sendingini var lagdur dentur á at fortjenastan hjá fiskimonnum nú tað gongur væl hjá nótaflotanum var á hædd við tað sum leiðandi embætismenn, tingfólk og læknar tjena – og hendan hvíta lygnin vísir muruna sum er ráðandi.

Tey sum hava lisið í Keypmannahavn og hava fast starv í almenna búskapinum tola ikki tankan at ein ungur drongur í Klaksvík, Sørvági, Tvøroyri ella á Sandoy kann fara umborð eitt føroyskt fiskiskip og tjena eins nógvar pengar sum tey.

– Tosið um “ónátúrligan” vinning er størsta fupp nummar síðan tryggu partabrøvini hjá Kaupthing og tey verða dagliga brúkt av somu leigusveinum at fyrigygla almenninginum nakað sum ikki ber uppi. Tað er dreymurin um stóran fongin sum ger at tað eru menn og kvinnur sum stovna egið virkið og leggja forvantningsfull frá landi.

Vit hava tørv á útlendskum kapitali og arbeiðsmegi, men vit eiga at ansað eftir at tað eru føroyingar sum eiga fiskivinnuna hóast hetta ikki eigur at útilokað útlendskum eigaraskapið.

Skulu vit hava ein nýggjan fiskivinnupolitikk og tryggar karmar fyri vinnuna er umráðandi at politiska skipanin vil og torir at standa saman.