Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Átak: Hevur tú minst til at taka heilivágin?

tíðindaskriv

Nógv fólk hava ilt við at minnast til at taka heilivágin, sum tey eiga. Nógvar orsøkir kunnu vera til hetta. Í septembur og oktobur eru apotekini í Føroyum farin undir eitt átak, har vit venda sjóneykuni móti tær, sum hevur ilt við at minnast ella hevur trupult við at taka heilivágin, sum tú eigur.

Nógv fólk hava ilt við at minnast til at taka heilivágin, sum tey eiga. Nógvar orsøkir kunnu vera til hetta. Í septembur og oktobur eru apotekini í Føroyum farin undir eitt átak, har vit venda sjóneykuni móti tær, sum hevur ilt við at minnast ella hevur trupult við at taka heilivágin, sum tú eigur.

Tað er av stórum týdningi, at tú tekur heilivágin sum fyriskrivað.

Bara á tann hátt virkar heilivágurin sum hann skal, tú fært fulla nyttu av honum og harvið bestu viðgerðina.

Royndir vísa, at betur tú kennir tín heilivág, betur minnist tú til at taka hann rætt og rættstundis. Tú eigur at kenna navnið og styrkina á heiliváginum, og nær hann skal takast. Eisini er týdningarmikið at vita, hvussu heilivágurin skal takast, hvussu nógv tú skalt taka, og hvussu leingi tú skalt taka hann.

Veruleikin er, at nógvur heilivágur verður tikin skeivt. Summi byrja ongantíð ella gevast heilt at taka heilivágin, tí tey líta ikki á hann, ella tí tey stúra fyri hjáárini. Onnur taka ikki heilivágin sum fyriskrivað, tí tey kenna seg ikki sjúk og halda tískil, at heilivágurin er óneyðugur.

Nógv fólk taka fleiri sløg av heilivági til ymiskar tíðir á degnum, og nøvnini skifta ofta. Hetta økir eisini vandan fyri mistøkum. Her eru skamtanareskjurnar góðar, tí har verður alt skipað eftir nøgd, tøkutíð og vikudegi. Annar møguleiki er at fáa heilivágin skamtaðan. Spyr á apotekunum eftir hesum tilboðnum.

Tað hevur týdning at fáa sær til vana at taka heilvágin ávisar tíðir, soleiðis sum tað hóskar seg í gerandisdegnum hjá tær. Onkur heilvágur skal takast aftur við máltíðum, annar ikki, men spyr á apotekunum, nær og hvussu tín heilivágir skal takast.

Á apotekunum í Føroyum starvast útbúgvin starvsfólk, ið kenna til avbjóðingina at taka heilvág rætt og rættstundis. Vit vilja fegin veita tær góð ráð hesum viðvíkjandi. Set teg í samband við okkum, og vit vegleiða teg.


Tjaldurs Apotek

Eysturoyar Apotek

Norðoya Apotek

Suðuroya Apotek