Fríggjamorgunin kl. 10:00 skipa fólkaskúlarnir í Klaksvík saman við Heilsunevndini hjá Klaksvíkar Býráð fyri átkið móti royking.
Allir næmingar úr 6. flokki til 10. flokk verða savnaðir í KFUM har, Peter Qvortrup Geisling, sum er kendur frá donsku sjónvarpssendingini, Lægens Bord, kemur at tosað um vandarnar við royking.
Við í tiltakinum eru eisini ítróttarstjørnur sum Jákup Mikkelsen, Marjun Kalsø, Annika Johansen o.o..
Brandur Enni fera at syngja og ein nýggj umfatandi kanning verður almennakunngjørd sum vísur støðuna í fólkaskúlanum víðvíkjandi royking.
Kanningin vísur m.a. at tað eru roykfríðir klassar í fólkaskúlanum og sum skilst so er ætlanin eisini at vísa klassum heiður.
Tiltakið byrjar kl. 10:00 fríggjamorgunin.




