”En af os” arbeiðir fyri at niðurbróta fordómar og tøgnmentanina kring sálarsjúku, og hevur gjørt hetta í mong ár. Tey gera tað við at greiða frá persónligum søgum, við tónleiki og við samskifti.
Í samstarvi við Sinnisbata í Føroyum, koma 8 fólk úr ”En af os” til Føroyar, og fara tey at skipa fyri fleiri fyrilestrum, café práti, vitjanum og opnum húsi. Fyrilestrar verða fyri almenninginum og fyri fakfólki og politikarum.
Skráin fyri vitjanina sær soleiðis út (broytingar kunnu koma fyri)
Fyrilestur fyri ung og miðnámsskúlanæmingar:
Fríggjadagin 9. september kl. 9-12 verður fyrilestur fyri ung og miðnámsskúlanæmingar við heitinum ”Unge – ta’ fat i hinanden”, har filmsbrot og kjak eisini eru ein partur av tiltakinum. Ætlanin er, at greiða frá persónligum søgum, og geva teimum ungu amboð til at røkka einum vini, sum hevur tað sálarliga trupult, men eisini amboð til, hvat ein sjálvur kann gera, um ein fær tað ringt sálarliga. Nærum 8% av øllum ungum millum 15-25 ár, hava ella hava haft sálarligar trupulleikar. Tað er tydningarmikið, at við tosa við onnur um hetta og tora at hjálpa og lurta (Stað kemur seinni – les meira á www.sinnisbati.fo).
Fyrilestur fyri fakfólkum, leiðarum og politikarum:
Samstundis, fríggjadagin 9. septemer kl. 9-12, verður fyrilestur fyri fakfólkum, leiðarum og politikarum, í Perluni, Tórsgøta 3 í Tórshavn, við heitinum ”Håbet er altid en del af helbredelsen –ingen er kun sin diagnose”. Endamálið er, at fáa samskifti um tørvin um meira opinleika og færri fordómar um fólk, ið eru merkt av sálarligum avbjóðingum. Johanne Bratbro, verkætlanarleiðari í ”En af os”, greiðir frá um danskar royndir. Somuleiðis verður greitt frá persónligum søgum frá ”En af os” ambassadørum, við dent á vón og styrki.
Fyrilestur fyri almenninginum:
Fríggjadagin frá kl. 17-20 verður fyrilestur fyri almenningin við heitinum: ” ’Psykisk sygdom smitter ikke, det gør tabu’- åben café og oplæg” á Læraraskúlanum i Tórshavn, Fróðskaparsetur Føroya, J.C. Svabos gøta 14.
Kl.17-20 Opin kafé: Til ber at fáa kaffi og eitt prát um tabu, fordómar, og hvat sálarsjúka faktiskt er, og somuleiðis hvussu ein kann klára seg við sjúkuni í gerandisdegnum.
Kl. 18 Sendifólk úr ”En af os” greiða frá, bygt á persónligar søgur.
Kl. 20.00 Samanumtøka og takk fyri í kvøld.
Tiltak fyri almenninginum:
Leygardagin 10. september kl. 15:00-18:00 verður opið tiltak við hetinum: ”Psykisk sygdom i mediebilledet – åben café, foredrag og panel”, á Læraraskulanum i Tórshavn, Fróðskaparsetur Føroya, J.C. Svabos gøta 14.
Kl. 15-18 Opin kafé fyri øllum: Kom oman og fá eitt prát við okkum – vit gleða okkum at síggja teg!
Kl. 16 Upplegg og fyrilestur
Kl. 17 Kjak um leiklutin hjá miðlum í mun til søgur um sálarsjúku. Hvat fyri ávirkan hava miðlar á, hvussu vit hugsa um fólk, ið eru sjúk ella avvarðandi.
Pallborðskjak við politikarum, umboði úr Sinnisbata, miðlafólki og umboð úr ”En af os”.




