Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Atkvøð fyri málinum hjá Jákupi

Norðlýsið

Fantastiska flotta málið hjá Jákup B. Andreasen í dystinum móti Litava, er nú av UEFA valt millum fýra av bestu málunum hetta umfarið.

Saman við Jóannes Bjartalíð, fekk Jákup B. Andreasen sín fyrsta møguleikar frá byrjan hetta bólkaspælið.

Og tað kom at spæla avgerandi leiklut í sigrinum á Litava.

Litava kom á odda 1-0, men Føroyar javnaðu og beint áðrenn hálvleik legði Jákup B. Andreasen Føroyar á odda við sera flottum langskoti, sum telist millum flottastu málini í føroysku landsliðssøguni. 2-1 gjørdist úrslitið.

UEFA hevur valt málið hjá Jákup B. Andreasen til at vera eitt av fýra teimum bestu hetta umfarið. 

Til ber ar atkvøða inni á heimasíðuni hjá UEFA, á leinkuni niðanfyri:

https://www.uefa.com/uefanationsleague/video/goal-of-the-round/?fbclid=IwAR1CsM-o85K4fOVWyNOt5o8EAqo0kUPfie9c89YlONdH32OW9wPxZFqkkF8

Harleywoodpaint