Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atkvøðuslúkur á vippuni

Oliver Joensen

Gerhard Lognberg er uppi ímóti tí sama sum útjaðarin annars, “skilabesta loysnin er at leggja alt í høvuðsstaðnum”. Norðlýsið meinar:

Kontroversiella javnaðarumboðið á tingi ger nú aftur um seg. Tunnilsbólkurin kom við tilmæli sínum. Úrslitið var ikki óvæntað, og nýggi atkvøðuslúkurin, Gerhard Lognberg, vísti tí frá sær við orðunum: Ikki vert tað pappír, tað er skrivað á.

Hervið gav hann enn einaferð løgmanni, Javnaðarflokkinum og samgonguni allari høvuðbrýggj. Gerhard Lognberg er ikki hvør sum helst. Hann er støðufastur politikari og kendur fyri politiskt reinføri, men tað eru kanska heldur óhepnar dygdir millum fólkavaldu, nú populistiskar avgerðir tykjast viga mest.

Broytingin til eitt valdømi styrkti Gerhard munandi, og er hann nú næstur løgmanni í atkvøðutali. Tað kann tí tykjast sum eitt paradoks, at flokkurin mest sum ikki vil vita av honum longur, og at formaðurin í tingbólkinum, sum sjálvur leingi lá og reið um snarið at vera afturvaldur á ting, setir honum “knívin á barkan”. Gerhard Lognberg heldur seg til eina demokratiska løgtingssamtykt, sum egni flokkur hansara hevur verið við til at gjørt. Harafturat leggur hann dent á, at hann sum fólkavaldur stendur til svars fyri sínum veljarum, og at hann ikki letur seg trýsta til at svíkja teir. Henda støða vísir bæði ábyrgdarkenslu og politiskt mansdirvi, men kann eftir øllum at døma vera vandamikil, í hvussu so er hjá einum javnaðarmanni.

Gerhard tosar sjálvandi av ringum royndum. Føgur lyftir vóru so mangan givin, og peningur kanska avsettur, men uttan víðari nýttur til heilt annað endamál. Hetta kenna veljarar úti um landið so væl til, bæði í Norðoyggjum og Sandoy, men kanska serliga í Suðuroy, har júst Javnaðarflokkurin sum ábyrgdari fær ábreiðslur fyri vánaligt politiskt handverk í mannaminni, og har fólkatalið áhaldandi fækkast.

Her er tað, at Gerhard sigur stopp, og ikki vil vera drigin eftir halanum longur. Hetta er væl skiljandi. Serliga nú, forkvinnan í tingbólki Tjóðveldisins gloppaði lokið á veruliga politiska ætlanarpottinum hjá samgonguni og boðaði frá, at flokkur hennara ikki tekur undir við at tunnilsmálið er prioriterað so frammalaga, men at peningur heldur skal nýtast til bleyt virði.

Gerhard fer ikki sjálvboðin úr Javnaðarflokkinum. Hann kann eftir øllum at døma fara úr tingbólkinum og úr samgonguni, men skal hann úr flokkinum, skal hann koyrast. Hetta er upp til løgmann. Gerhard Lognberg, tingmaður við møguleika at hótta floksformannin í atkvøðutali, krevur nú, sitandi á vippunu, frá løgmanni og samgonguleiðara, reiðiligt og greitt svar uppá avgerandi spurningar viðvíkjandi tunnilsmálinum. At Gerhard fyri mansligu og reiðiligu støðu sína fær stuðul frá nógvum ónøgdum javnaðarveljarum kring landið, man vera lítið at ivast í. Livst so spyrst.