Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atkvøðuslúkurin av Viðareiði frávald av flokksleiðsluni

John William Joensen

Mamy Dahl Sørensen, sum á seinasta løgtingsvalið fekk 176 atkvøður á listanum hjá Javnaðarflokkinum sleppur ikki at umboða flokkin í kringvarpinum

Nú løgtingsvalið nærkast er full ferð á maskinarríðinum hjá politisku flokkunum – men nú Føroyar við einum pennastroki gjørdust eitt valdømi er opið kríggj innanhýsis í flokkunum um hvør stýrir valstríðinum.

Norðlýsið hevur tosað við fólk, sum i mong ár hava verið aktiv í politisku flokkunum og tey siga at hesuferð er tað kringvarpið og ovastu leiðslirnar í flokkunum, sum avgerða hvør sleppur í kringvarpið – sum er sterkasti miðilin í valstríðnum.

Til fólkatingsvalið royndu flokksleiðslurnar, at hava eins umboðan millum kynini – hóast kvinnurnar ikki umboða meira enn umleið ein fjóðring av uppstillaðu valevnunum.

Hjá Fólkaflokkinum hendi tað løgna at rættuliga ókend umboð vóru í sjónvarpinum – meðan eitt nú toppskorðarin á valinum, Jákup Mikkelsen, als ikki var at síggja.

Við øðrum orðum kann ein siga, at ert tú kvinna, so er munandi størri møguleiki fyri at sleppa framat í Kringvarpinum.

Kringvarpið hevur lágt faster reglur fyri hvørji evni verða viðgjørd á sjónvarpaðu veljarafundunum og flokkararnir velja so nøkur fá valevni at standa fram fyri flokkin.

Komandi sunnudag skipar sjónvarpið fyri fundi í KÍ høllini og síðani verður bert ein formannsrunda víst afturat í sjónvarpinum.

Eisini galið í Javnaðarflokkinum
Ein av stóru stemmuslúkunum hjá Javnaðflokkinum í norðoyggjum seinastu løgtingsvalini, er Mamy Dahl Sørensen av Viðareiði, sum gjørdist nummar tvey á listanum við 176 atkvøðum.

Hon fekk meira enn tvífalt so nógvar atvøður sum næsti á listanum, men hóast hetta hevur flokksleiðslan útvalt onnur valevni – sum fingu munandi færri atkvøður og onkur sum stillar upp fyrstu ferð – at umboða flokkin í sjónvarpinum.