Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Atlantic Airways lækkar tænastuna til ferðafólk

John William Joensen

Fólksins flogfelag, Atlantic Airways, ger nú av álvara at gera mun á ferðafólki og tað ferð at síggjast tá ferðafólk fara at sessast í flogførunum hjá almenna føroyska flogfelagnum.

Fólksins flogfelag, Atlantic Airways, ger nú av álvara at gera mun á ferðafólki og tað ferð at síggjast tá ferðafólk fara at sessast í flogførunum hjá almenna føroyska flogfelagnum.

Tá er ikki longur ókeypis at fáa sær okkurt gott at drekka aftur við matinum, men tey sum fyri eyka kostnað vilja hava okkurt gott kunnu keypa sær tað. Tænastan er ikki longur eins fyri tey ferðandi, sum annars hevur eyðkent føroyska flogfelagið, men tey sum hava ráð og vilja gjalda meir fáa betur tænastu enn tann, sum hevur minni ráð.

Lítið kjak hevur verið um spurningin, sum als ikki hevur verið viðgjørdur politiskt og tað kann tykjast løgi.

Tað er hóast alt tað almenna, sum eigur flogfelagið og um nakað er signalpolitikkur fyri føroysku tjóðina, so er tað hvussu vit bera okkum at tá ferðafólk koma til landið og ikki minst, hvørjar tænastur almennu Føroyar veitir sínum borgarum.

Tað er ikki føroyskt at gera mun á fólki og serliga tá hesi mugu sita undir liðini á hvørjum øðrum. Hósdagin fáa Marsanna og Palliba servera Te ella kaffi, meðan flogternan serverar vín og annað gott fyri aðalstjóranum úr Tinganesi, sum situr undir liðini, og býður væl gagnist við einum smíli. Síðani hyggur flogternan ivir á Marsannu og Palleba og spyr um tey ikki eisini vilja keypa eitthvørt. Marsanna og Palleba mugu tá siga noy takk, tí tey hava ikki ráð, hóast tey baði hava rinda fyri ferðaseðilin og víni hjá aðalstjóranum.

Í einum miðla átakið hevur flogfelagið megna at vent kjakinum til, at nú skal ikki longur bera til at fáa sær eina kenning uppá bekostning av ferðaseðlaprísinum.

Merkiligt at ókeypis matur og drekka er tað sama sum flúgvarakenning. Tað munna verða rættuliga fá av teimum, sum valdu sær eina øl ella glas av víni afturvið matinum, sum høvdu størri kenning enn tey, sum valdu sær eina sodavatn, tá tey komu í land.

Vørumerkið hjá flogfelagnum var, at øll fingu eins viðferð umborð, og eingin munur sást á høgum og lágum, teir tveir tímarnar flogið var millum ríkispartarnar.

Sparingin er umleið kr. 25 pr. høvd og hon sæst ikki aftur í ferðaseðlaprísinum, hóast inntjeningin hjá felagnum vantandi veksur.

Lækkaða tænastustøðið er beinleiðis úrslitið av, at eingin kapping er. Atlantic vann millum annað á Maersk við at bjóða góðar tænastur og tí at almennu Føroyar valdu heldur at brúka føroyska flogfelagið.

– Nú sita føroyingar eftir við einum almennum discount-felag -, prísurin undantikin.

Men smáligheitin kennir ongi mørk.

Harleywoodpaint